Yngul og Smolt

Bakkafrost eigur tilsamans seks smoltloyvi. Bakkafrost samtakið rekur seks smoltstøðir, sum hava eina samlaða framleiðsluorku á umleið 12 milliónir smolt um árið.



Smoltstøðirnar hjá Bakkafrost eru í umhvørvum við stórum nøgdum av reinum feskum vatni, har ongar bygdir ella vinnur kappast um vatnið. Hetta er umráðandi av tí, at í Føroyum er einki grundvatn. Smoltstøðirnar eru útgjørdar við afturlatnari skipan til endurnýtslu av vatninum við biofiltrum, og smoltkørini eru innandura fyri at sleppa undan ávirkanum uttaneftir av veðri, fugli og aðrari dálking. Starvsfólkið á smoltstøðunum hevur drúgvar royndir; fleiri teirra hava arbeitt á smoltstøðunum síðan fyrst í nítiárunum.

Fyrr setti Bakkafrost smolt út, tá ið tað vigaði millum 50 og 60g. Tey seinastu árini hevur Bakkafrost broytt framferðarhátt. Nú verður bíðað, til smoltið vigar umleið 100g, til tað verður sett á sjógv. Samtakið metir, at hetta hevur havt positiva ávirkan, tá ið framleidnið og fellið verða mátað, og hevur hetta tí verið við til at betra úrslitið hjá samtakinum. Málið hjá Bakkafrost er at økja støddina á smoltinum enn meira komandi árini til 200-300g hvørt.