Virkismál og strategi

Bakkafrost miðar ímóti at vera ein fyritøka í heimsflokki í laksavinnuni. Vit stremba eftir at bjóða vælsmakkandi, heilsugóðar, dygdarvørur til altjóða marknaðin og leggja dent á:

  • eina burðardygga framleiðslu frá fóðri til laksavøru

  • fiskavælferð og framleiðslu av hágóðsku matvørum

  • at skapa varandi virðir til kundar, partaeigarar og til samfelagið



Endamálið hjá samtakinum er at menna kjarnavirksemið uppaftur meira og at miðdepla virksemið, sum skapar besta møguliga virðið til kundar og partaeigarar. Drúgvu royndirnar hjá Bakkafrost í sjógætisvinnuni røkka heilt aftur til 1968, og framtíðar endamálið hjá samtakinum er at tryggja eitt gott og kappingarført lágkostnaðarsamtak við laksaaling.

Endamál okkara, at vera ein fyritøka í heimsflokki innan laksavinnuna, sum veitir kundum okkara kring knøttin eitt stórt úrval av heilsu- og dygdargóðum laksavørum, verður stuðlað av høvuðs virksemisstrategiunum hjá Bakkafrost, sum eru:

BURÐARDYGD

Vit leggja dent á okkum til at tryggja langtíðar burðardyggan vøkstur í framleiðsluni, meðan vit javnviga djóravælferð og kostnaðardygga framleiðslu.

LÍVFRØÐILIG TRYGD

Fiskaheilsa, fiskavælferð og fyribyrging av sjúkum eru øki, ið hava stóran týdning fyri okkum. Vit miða ímóti at ala laks í einum burðardyggum umhvørvi, har vælferðin og trivnaðurin hjá laksinum verður tryggjaður.

MATARTRYGD OG BESTA GÓÐSKA

Vit miða ímóti at veita vørur, sum uppfylla ella eru betri enn krøvini hjá kundum okkara.

SPENNANDI FYRITØKUMENTAN

Vit plikta okkum til at skapa eitt áhugavert arbeiðspláss, har stimbrað verður undir samrøður, og rúm verður givið fyri ymsum áskoðanum til tess at finna bestu loysnirnar.

DUGNASKAPUR OG AT SKAPA VIRÐIR

Vit plikta okkum at gera samlaðu virðisketuna enn betri – frá fóðri til liðugvørur – og at fáa nýtslu úr ágóðunum av kappingarfyrimunum í øllum liðum í virðisketuni.

MENNING OG VØKSTUR

Vit stremba eftir áhaldandi marknaðarriknum vøkstri og menning av fóðri, aling, framleiðslu og sølu umframt útlitum fyri øðrum vakstrarmøguleikum.

SØLA OG MARKNAÐARFØRING

Vit leggja dent á at viðlíkahalda og styrkja støðu okkara á marknaðinum sum ein álítandi samarbeiðsfelagi og –veitari av heilsu- og dygdargóðum laksavørum.

Hendan raðfestingin evnar virksemi okkara við tí endamáli, at skapa kundum og partaeigarum okkara virðir. Harumframt miða vit ímóti at geva íkast til samfelagið og halda á at fylgja okkara vakstrarstrategi.

Kjarnuvirðir - Virðing, uppruni og ídni

Starvsfólkini eru lykilin til at eydnast sum felag, at náa málunum og varðveita kappingarførið. Vit  arbeiða miðvíst við at skapa eina sunna virkismentan, har øll trívast og kenna seg væl. Virðing, uppruni og ídni eru hornasteinurin undir øllum okkara virksemi.

- Vit vísa virðing fyri hvørjum øðrum og umhvørvinum.

- Vit eru errin av okkara uppruna, har siðvenja møtir framburði og alir burðadygga menning.

- Vit eru íðin og hava álit á, at felags ídni skapar framgongd.