Webcast: Hvønn týdning hevur alivinnan í Føroyum?

Webcast: Hvønn týdning hevur alivinnan í Føroyum?

07.12.2022

Hjá Bakkafrost eru vit tilvitað um okkara leiklut í samfelagnum, og vit ynskja at virka fyri gjøgnumskygni og at upplýsa almenningin um okkara virksemi.
Sum partur av okkara arbeiði at tryggja opið og gjøgnumskygt samskifti við vinnu, áhugabólkar og samfelagið sum heild høvdu Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún, og Høgni Dahl Jakobsen, fíggjarstjóri hjá Bakkafrost, eina framløgu um menningina og týdningin av alivinnuni í Føroyum.

Nøkur høvuðspunkt eru:

  • Alivinnan er størsta útflutningsvinnan í Føroyum

  • Alivinnan fer væntandi at gjalda umleið 600 milliónir krónur í skatti í 2022

  • Skattur frá alivinnuni fer væntandi at hækka til 900-1100 milliónir krónur í 2026, tá samlaða tøkan væntandi kemur upp á 150.000 tons.

  • Síðan 2016 hevur Bakkafrost keypt fyri 13,3 milliardir krónur frá føroyskum veitarum.

  • Samanborið við aðrar alifyritøkur hevur Bakkafrost gjørt størst íløgur fyri hvørt framleitt tons

  • Áhaldandi íløgur eru høvuðsorsøk til vaksandi avkastið frá alivinnuni

Framløgan hjá Odd Eliasen um søguna hjá alivinnuni og Bakkafrost umframt virksemið á Havsbrún kann síggjast her: https://vimeo.com/778781034/96ae2d0952

Framløgan hjá Høgna Dahl Jakobsen um týdningin hjá alivinnuni og samfelagsávirkanina hjá Bakkafrost kann síggjast her: https://vimeo.com/778781129/eb9c15b2f4

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01