Størri smolt

Størri smolt

23.02.2016

Í løtuni hevur Bakkafrost 6 smoltstøðir í Eysturoynni og í Norðoyggjum. Í 2015 veittu hesar smoltstøðir smolt til alistøðirnar við eini miðalvekt á 141g. Framleiðslan av smolti vaks 36% og meginparturin av hesum vøkstri stavaði frá smoltstøðini á Norðtoftum, ið varð útbygd seinasta ár. Samlaða framleiðslan av smolti í 2015 var 1.615 tons.
Bakkafrost ætlar frameftir at útbyggja verandi smoltstøðir. Eisini er ætlanin at byggja eina nýggja smoltstøð á Strond í Klaksvík. Víðkanin í smoltvirkseminum verður gjørd við tí fyri eyga at vaksa smoltið frá 100g til 300g á landi, áðrenn tað verður sett á sjógv.
Hendan íløgan í smoltstøðir verður gjørd fyri at økja samlaðu framleiðsluna, stytta tíðina í sjónum, og minka lívfrøðiliga vandan.

Natúrligur viðgerðarháttur

Í 2015 byrjaði Bakkafrost at vaska laksin í feskvatni í staðin fyri at viðgera fyri lús við kemiskum evnum. Tá vit vaska fiskin í feskvatni royna vit at eftirgera tilgongdina í nattúrini, tá villur laksur svimur niðan í áirnar at gýta og samstundis verður reinsaður fyri lús.
Bakkafrost brúkar nýggja brunnbátin ”Hans á Bakka” til hetta endamál. Laksurin svimur í ein feskvatnstanga umborð á brunn-bátinum og verður síðani settur aftur á sjógv. Viðgerðin hevur víst sera góð úrslit og virknaðurin hevur verið heilt uppi á 99,1%.
Vit frøðast um hetta nýggja átakið og stremba støðugt eftir at skapa nýggjar loysnir, ið viðvirka til eina framhaldandi burðardygga aling.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01