Nýtt fóðurskip á Gøtuvík

Nýtt fóðurskip á Gøtuvík

22.04.2020

Í gjár, 21. apríl, legði nýggjur fóðurflaki hjá Bakkafrost at bryggju í Norðragøtu. Flakin hevur fingið navnið Ranghamar. Talan er um stórt, nýmótans fóðurskip, ið skal nýtast til aliøkið á norðaru síðu av Gøtuvík.

- Við nýggja fóðurskipinum hava vit fingið eitt nýmótans skip, ið hevur alla neyðuga útgerð og tøkni. Vit eru nú farin at ala á báðum síðum av Gøtuvík, og í tí sambandi er neyðugt at gera íløgur í útgerð, ið lýkur øll tey krøv, sum nútímans alivirksemið setur.
Samstundis er nýggi fóðurflakin sera væl egnaður til økið, har veðrið ofta kann vera ógvuliga avbjóðandi, sigur Oddvald Olsen, alileiðari.

Ranghamar er 75 metrar langur og tekur góð 700 tons av laksafóðri og 5 tons av fóðri til rognkelsi. Hann er útgjørdur við sjálvvirkandi fóðurskipan, ið kann fóðra bæði laksi og rognkelsi ígjøgnum somu fóðurlinju. Skipanin er fjarsturd og hevur kameraskipan við yvirflatu- og undirvatnskamera, soleiðis at alararnir kunnu sita og fylgja við fóðringini á sjónvarpsskýggjum á landstøðini.

Ranghamar er áttandi fóðurflakin hjá Bakkafrost av hesum slagnum, og teir hava allir roynst ógvuliga væl, sigur Oddvald Olsen, alileiðari.

- Tað var júst á Gøtuvík, í sunnaru síðu, at fyrsti flakin av hesum slagnum var lagdur út fyri sjey árum síðani, og hevur hann roynst ógvuliga væl. Við nýggja fóðurflakanum framtíðartryggja vit aliøkið á Gøtuvík til at megna komandi avbjóðingar, sigur Oddvald Olsen, alileiðari.

JT Electric er veitari av allari tøkni umborð á nýggja fóðurflakanum. Bakkafrost takkar fyri gott samstarv.