Móttøka av M/S Martin

Móttøka av M/S Martin

02.03.2017

Leygardagin 4. mars 2017 verður skipað fyri almennari móttøku, tá nýggja tænastuskipið hjá Bakkafrost M/S Martin kemur á Glyvrar. Dagurin verður hátíðarhildin við røðum, tónleiki og møguleika at vitja umborð á skipinum.

Skráin fyri móttøkuni er:

Kl. 14:00         Nes Sóknar Hornorkestur spælir

Kl. 14:10         Regin Jacobsen, stjóri, bjóðar vælkomin

Kl. 14:15         Poul Michelsen, landsstýrismaður, heldur røðu

Kl. 14:25         Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, heldur røðu

Kl. 14:35         Terje Vestergaard syngur sangin “Sum áarstreymur”

Kl. 14:40         Nes Sóknar Hornorkestur spælir tjóðsangin

Kl. 14:45         Opið skip umborð á M/S Martin

Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja umborð á M/S Martin aftaná móttøkuna á bryggjuni á Glyvrum.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01