Móttøka av M/S Bakkanes

Móttøka av M/S Bakkanes

16.09.2021

Leygardagin 18. september 2021 verður skipað fyri almennari móttøku, tá nýggja tænastuskipið hjá Bakkafrost, M/S Bakkanes, kemur á Glyvrar. Dagurin verður hátíðarhildin við røðum og horntónleiki, og møguleiki verður at vitja umborð á skipinum.

Skráin fyri móttøkuni er soleiðis:

15:00                  Skipið kemur til bryggju

15:00                  Nes Sóknar Hornorkestur spælir

15:05                  Regin Jacobsen, stjóri, bjóðar vælkomin

15:10                   Magnus Rasmussen, vinnumálaráðharri, heldur røðu

15:20                  Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, heldur røðu

15:30                  Ian Laister, stjóri í SSC, heldur røðu

15:40                  Regin Jacobsen, stjóri, endar

15:45                  Nes Sóknar Hornorkestur spælir tjóðsangin

15:50                  Opið skip umborð á M/S Bakkanes til kl. 17:30

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01