Grønur alibátur boðin út

Grønur alibátur boðin út

19.06.2020

Í okkara seinastu frágreiðing um burðardygd, “Sunt Lív 2019”, gav Bakkafrost tilsøgn um at minka um CO2-útlátið, sum stendst av virkseminum, niður í helvt. Bakkafrost leitar tí áhaldandi eftir nýggjum verkætlanum, ið kunnu stuðla upp undir, at felagið røkkur sínum máli um eina enn meira umhvørvisvinarliga framleiðslu.

Føroya Landsstýrið tekur, eins og Bakkafrost, virknan lut í arbeiðinum at røkka teimum burðardyggu menningarmálunum, sum ST hevur ásett skulu verða rokkin í 2030. Endamálið er, at hvørt landið tekur útgangsstøði í egnum veruleikum og við egnum raðfestingum virkar fyri at fremja málini.

- Hjá Bakkafrost hava vit burðardygd sum eitt av okkara fremstu virðum. Hetta er ein uppløgd verkætlan hjá okkum at vera við í. Vónandi eydnast hon so mikið væl, at bátar, riknir við grønari orku, verða sjálvsagdir hjá øllum alibrúkum, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.

Alivinnan hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið, og vinnan ynskir tí at vera samstarvsfelagi hjá føroysku myndugleikunum at menna samfelagið til at gerast meira burðardygt.

Í dag, 19. juni, hava Kaj Leo Holm Johannesen, ráðharri fyri norðurlendskt samstarv, og Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, undirskrivað ætlanaravtalu um bygging av einum nýggjum grønum alibáti. Tað eru Norðurlendska Ráðharraráðið og Føroya Landsstýri, sum hava tikið stig til verkætlanina, sum hevur til endamáls at finna grønar orkuloysnir til fjarløgd øki. Føroyska alivinnan er í felag komin ásamt um, at Bakkafrost skuldi luttaka í verkætlanini vegna vinnuna.

Uppgávan er at sniðgeva ein arbeiðsbát til alivinnuna, sum einans nýtir grøna orku.
Fyritøkan, sum vinnur útboðið, sleppur at gera sáttmála við Bakkafrost, sum letur bátin byggja; treytað av, at nøktandi uppskot koma inn.

Bakkafrost brúkar umleið 60 arbeiðsbátar í alingini og fegnast tí um møguleikan at fáa umhvørvisvinarligar bátar.

Kaj Leo Holm Johannesen fegnast um samstarvið við Bakkafrost, ið kann gerast eitt týdningarmikið fet á leiðini móti einum burðardyggum samfelagi.

- Tað hevur so mangan verið sagt, at vit hava ongar loysnir til at gera okkara skip og bátar grøn, og at tey noyðast at brúka olju. Men við hesari verkætlanini eru vit við til at finna loysnir til at gera sjóvinnuna umhvørvisvinarliga, sigur Kaj Leo Johannesen, ráðharri fyri norðurlendskt samstarv.

Umhvørvisstovan stendur vegna landsstýrið fyri verkætlanini. Orkudeildin har vísir á, at henda verkætlanin er við til at gera okkum meira effektiv og fjølbroytt í nýtsluni av grønari orku. Tað stendur teimum, sum vilja lata inn uppskot til útboðið, frítt at velja grøna orkukeldu. Í útboðstilfarinum verða nevndir møguleikar fyri at nýta elorku frá grønari framleiðslu, so sum vindorku, beinleiðis ella umgjørda til brennievni at nýta í eitt nú brennikyknum.

- Komandi árini byggja vit vindorkuna munandi út, og vit vita, at nógvar dagar fer nógv avlopsorka at vera. Hetta er ein verkætlan, sum kann gagnnýta og goyma júst hesa orkuna, sigur Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni.

Aliarbeiðsbáturin fær 4 milliónir krónur í stuðli frá Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Eydnast alt væl, fer báturin at sigla fyri Bakkafrost í 2021.

Les meira á: um.fo

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01