Framtíðin hjá føroysku laksastammuni tryggjað

Framtíðin hjá føroysku laksastammuni tryggjað

22.12.2017

Bakkafrost hevur í dag undirskrivað avtalu við Fiskaaling og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, ið inniber at Bakkafrost yvirtekur ábyrgdina av lívfiskaætlanini.

Bakkafrost fer at byggja eina nýggja lívfiskastøð og til henda ætlan er framd, fer virksemi at halda áfram í bygningunum hjá Fiskaaling í Skopun og við Áir. Starvsfólkini, sum í løtuni starvast á hesum støðum, koma eisini at halda áfram.

Við hesi avtaluni er tað tryggjað, at vit í Føroyum kunnu taka uppaftur rognaframleiðslu og kynbótaarbeiði grundað á serstøku føroysku laksastammuna, og framhaldandi menna tann føroyska laksin. Tann føroyska laksastamman er ein stamma, ið vit føroyingar eiga rættindi til og kunnu víðarimenna í mun til aðrar stammur, har útlendingar hava allan ræðisrættin.

Regin Jacobsen, forstjóri á Bakkafrost sigur í eini viðmerking: “Vit á Bakkafrost eru sera fegin um, at tað hevur eydnast at tryggja framtíðina hjá serstøku føroysku laksastammuni. Føroyskur laksur hevur sera gott orð á sær á marknaðinum. Søgan um føroyska laksin, ið etur lokalar rávørur, veiddar við Føroyar og á føroysku firðunum, sum hevur ein sereyðkendan smakk – er sera góð. Vit meta, at eitt gott kynbótaarbeiði er viðvirkandi til at tryggja, at føroyskur laksur eisini frameftir stendur seg í kappingini.

Harumframt hevur ein áhaldandi menning av føroysku laksastammuni stóran týdning m.a. tá tað snýr seg um trygd fyri, at vit sjálvi hava rogn at lata til alivinnuna og at vit lækka váðan fyri at innflyta sjúku. Tað hevur eisini stóran týdning framhaldandi at menna laksin til føroyska umhvørvið.”

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01