Føroyskur alilaksur fær ”good alternative” meting frá Seafood Watch

Føroyskur alilaksur fær ”good alternative” meting frá Seafood Watch

17.09.2018

Amerikanski non-profit felagsskapurin Seafood Watch framleiðir ta mest brúktu brúkaravegleiðingina um burðardyggar fiskavørur í USA, og samstarvar við matvøruhandlar, matstovur og aðrar stórkeyparar av fiskavørum. Tað eru tí góð tíðindi, at føroyskur alilaksur hevur fingið hesa meting.

Amerikanski felagsskapurin Seafood Watch er ein non-profit felagsskapur, sum gevur brúkarunum í USA ráð um, hvørjar fiskavørur brúkararnir kunnu velja, um teir vilja tryggja sær, at fiskurin er burðardygt veiddur ella aldur. Felagsskapurin hevur nú fyri fyrstu ferð mett um føroyskan alilaks, og gjørdist úrslitið “good alternative”.

Seafood Watch leggur seg eftir at meta um tær mest týðandi fiskavørurnar, sum eru at finna á amerikanska marknaðinum. Standardurin, sum Seafood Watch brúkar, er strangur, og listin av aliøkjum og framleiðarum av alilaksi, sum Seafood Watch viðmælir sínum brúkarum at keypa frá, er av hesi orsøk ikki langur. At allur føroyskur alilaksur nú eisini er at finna á hesum listanum er tí ein fyrimunur fyri marknaðarføringina av føroyskum alilaksi í USA.

Seafood Watch framleiðir ta mest brúktu brúkaravegleiðingina í USA, tá tað snýr seg um burðardyggar fiskavørur, og hevur felagsskapurin tilsamans prentað meira enn 57 mió eintøk av sínari vegleiðing í pappírsformi. Harumframt hevur felagsskapurin eisini ment eina app, sum brúkararnir kunnu heinta til sína telefon, og er appin fyribils heintað meira enn 1,8 mió ferðir.

Seafood Watch samstarvar við matvøruhandlar, matstovur og aðrar stórkeyparar av fiskavørum í USA og øðrum londum fyri á henda hátt at eggja teimum til at eftirspyrja burðardyggar fiskavørur. Samstarvsfelagirnir binda seg til bert at selja fiskavørur, sum sambært Seafood Watch eru burðardyggar.

Seafood Watch samstarvar eisini við ASC – Aquaculture Stewardship Council. Hetta merkir m.a., at alilaksur, sum kemur frá aliøkjum, sum eru ASC-góðkend, fáa metingina “good alternative”.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01