FÖRKA vunnið heiðursløn innan burðardygd

FÖRKA vunnið heiðursløn innan burðardygd

26.11.2021

Biogassverkið hjá Bakkafrost, FÖRKA, hevur vunnið heiðurslønina National Winner of Energy Globe Awards, sum viðurkendi burðardygdsfelagsskapurin Energy Globe Foundation letur.

FÖRKA stuðlar upp undir burðardygd við at framleiða streym og hita burturúr mykju frá føroyskum neytum og lívrunnum skarni frá virkseminum hjá Bakkafrost.

Í fyrra hálvári av 2021 framleiddi FÖRKA streym til 1310 húsarhald og hita til 260 húsarhald. Harumframt framleiddi FÖRKA 15.500 tons av biotøð, sum føroysku bøndurnir hava nýtt í teirra framleiðslu, og tøðini fáa sera góð skotsmál av bøndunum.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01