FarCargo hevur tikið ímóti fyrsta føroyska farmaflogfarinum

FarCargo hevur tikið ímóti fyrsta føroyska farmaflogfarinum

17.01.2024

Beint undan árskiftinum yvirtók FarCargo flogfarið, sum felagið hevur keypt úr USA - og í dag kom flogfarið so til Keypmannahavn, har flogfarið skal skrásetast á svensku flogskránna.

Um Flogfarið:

Farmaflogfarið er eitt Boeing 757-200 flogfar frá 2001, sum hevur flogið fyri American Airlines øll árini. Flogfarið er seinasta árið umbygt og klassað til farmaflogfar og tekur 34 tons av farmi ella í alt 230 rúmmetrar. Motorarnir eru av merkinum Rolls Royce.
Flogfarið er vælútgjørt, og hevur m.a. orkusparandi veingjaspíssar, nýmótans navtiska RNP 0.13 tøkni, sum væntandi eftir nakrar mánaðir kann nýtast til innflúgving í Vágum. Flogfarið hevur harumframt møguleika at køla farmin undir flutningi.

Flogfarið verður nú umskrásett

Flogfarið verður nú umskrásett til svansku flogskránna, undir EASA, og fer síðani í vinnu.
FarCargo hevur samstarvsavtalu við svenska felagið West Atlantic Sweden AB, sum kemur at hava flogloyvið um hendi. FarCargo kemur eftir ætlan seinni at fáa sítt egna flogloyvi.

Fyrst í vinnu í Evropa

Fyrstu tíðina kemur flogfarið at flúgva í Evropa, fyri at flogmanning og teknikarar kunnu venja seg við flogfarið, umframt at øll neyðug loyvir hjá flogmanning koma upp á pláss.
Flúgvingin við laksi úr Vágum til USA byrjar so skjótt neyðugu loyvini eru komin uppá pláss. Flogið verður úr Vágum, umvegis Keflavík til Newark í New Jersey, og síðani aftur til Føroya, umvegis Billund. Byrjað verður við fáum vikuligum fráferðum, men ætlanin er at økja til fleiri vikuligar fráferðir.

Bjóða flogfarm úr USA og úr Billund

FarCargo kemur at bjóða flogflutningstænastu til føroyskar kundar. Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við verandi tænastuveitarar á føroyska marknaðinum, sum taka sær av sølu til einstaku kundarnar. FarCargo hevur gjørt samstarvsavtalu við fyritøkuna Nordic GSA, um sølu av flutningskapasiteti bæði úr Newark til Billund og víðari til Vágar. Kundar í Føroyum kunnu sostatt keypa flutning við Eysturoy umvegis føroysku flutningsfeløgini.
Vit vænta at hendan flogrutan fer at lata upp nýggjar møguleikar fyri føroysku vinnuna, bæði hvat í feskum farmi og skundfarmi viðvíkur. Møguleikarnir við vørum úr USA og úr Europeiska meginlandinum verða betraðir munandi.

Umhvørvisvinarligt brennievni

FarCargo kemur frá byrjan at hava ein minni part av brennievninum sum sokallað SAF brennievni (Sustainable Aviation Fuel). Hetta merkir, at FarCargo fer at binda seg til at verða partur av menningini, sum í løtuni er í gongd innan SAF við at gera brennievni til flogfør meira grønt og harvið meira umhvørvisvinarligt. Málið hjá FarCargo er at grøna brennievnið so líðandi skal økjast komandi árini, tá tøknin og marknaður loyva hesum.

Flogmanning er klár

FarCargo hevur í dag eina flogmanning á 8 fólk. Øll flogmanningin er umskúlað til 757 flogtypuna og er klár at byrja flúgvingina. Í næstum verða harumframt fleiri stýrimenn og flogteknikarir settir í starv.
Betri, burðardyggari og skjótari
Fyri Bakkafrost er endamálið við verkætlanini at betra møguleikan at veita feskan, heilsugóðan laks, av bestu dygd, til fjarmarknaðir, sum til dømis USA - har matspilla er ein stórur trupulleiki vegna ov stutta restlivitíð á feskum fiskavørum. Samstundis verður nøgdin av ísið sum verður fluttur við fiskinum avmarkaður. Føroyar liggja fjarskotnar í Norðuratlantshavi og tí hevur marknaðaratgongd og logistikkur til kundan alstóran týdning fyri okkara kappingarføri og møguleika at veita ein burðardyggan valmøguleika av bestu dygd til kundan.

Samband:

• Hanus Jacobsen, stjóri: +298 235006 (fartlf.)

Um FarCargo:

FarCargo er dótturfelag í Bakkafrost samtakinum, umframt at leiðandi starvsfólk eisini eru partaeigarar.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01