Bakkafrost úrslit fyri annan ársfjórðing 2025

Bakkafrost úrslit fyri annan ársfjórðing 2025

26.08.2025

Framløga: 

Frágreiðing: 

Sterk lívfrøði, men sera lágir prísir

Rakstrarúrslitið  í øðrum ársfjórðingi 2025 fyri alt Bakkafrost samtakið var 65 milliónir krónur, samanborið við 388 milliónir fyri annan ársfjórðing í fjør.

Tøkan í Føroyum var 16.020 tons og 7.034 tons í Skotlandi, í mun til ávikavist 10.226 tons og 11.366 tons sama tíðarskeið í fjør.

 

Í viðmerking til úrslitið sigur Regin Jacobsen, stjóri:

“Fíggjarligu úrslitini í hesum ársfjórðinginum eru ikki nøktandi. Munandi fallið á laksaprísinum, sum stavar frá stórari øking í alheims útboðnum av laksi, viðførdi ógvusliga lækking av inntøkunum.

Samstundis hevur tað stóran týdning, at framleiðslukostnaðurin í Føroyum er lækkaður, og felagið heldur áfram at raðfesta átøk á hesum øki høgt.

Góða lívfrøðiliga gongdin í Føroyum er tann besta, vit hava sæð. Í sjógvalingini hevur gongdin verið framúr góð, við góðum vøkstri og lægri felli enn vit hava sæð seinastu nógvu árini. Í mun til sama ársfjórðing í fjør, er fellið minkað við 52%. Í føroysku smoltalingini er framleiðslan ment upp á eitt nýtt og hægri støði. Smoltgóðskan er betrað munandi, og hevur hetta stóran týdning fyri, hvussu fiskurin klárar seg, tá hann verður settur á sjógv. Hetta sæst týðiliga aftur við sera lágum felli eftir útseting.

Í Skotlandi eru vit ikki nøgd við gongdina í smoltalingini, har vit tíverri hava havt stórt felli orsakað av sjúku. Fyri at fáa størsta ágóðan av royndunum úr Føroyum innan framleiðslu av stórum hágóðskusmolti, hava vit nú lagt smoltalingina í Skotlandi saman við teirri føroysku og undir føroyska leiðslu. Eisini hava vit styrkt leiðsluna á Applecross við royndum starvsfólki úr Føroyum. Smoltalingin í Skotlandi er framvegis avbjóðandi, meðan sjógvalingin hevði eina betri gongd, hóast nakrar einstakar hendingar førdu til hægri felli í ársfjórðinginum.F

Sterka lívfrøðiliga gongdin í sjógvalingini sum heild førur við sær, at vit hækka okkara væntaða tøku fyri 2025 í Føroyum og Skotlandi.

Fremstu strategisku málini hjá okkum eru óbroytt – at halda áfram við at minka um lívfrøðiliga váðan, styrkja raksturin, og tryggja langvarandi virðisskapan.”

Roknskapurin fyri  annan ársfjórðing 2025 er at finna á heimasíðu felagsins, www.bakkafrost.com

Samband:

·         Regin Jacobsen, CEO í Bakkafrost: +298 235001 (fartlf.)

·         Høgni Dahl Jakobsen, CFO í Bakkafrost: +298 235060 (fartlf.)

 

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01