Bakkafrost-samtakið hevur nú 100% ASC-góðkenning

Bakkafrost-samtakið hevur nú 100% ASC-góðkenning

24.04.2026

Bakkafrost-samtakið hevur nú 100% ASC-góðkenning

Bakkafrost-samtakið fegnast um at kunna boða frá, at fyritøkan nú er 100% ASC-góðkend fyri alt sítt alivirksemi í bæði Føroyum og Skotlandi.

Bakkafrost fekk fulla ASC-góðkenning (Aquaculture Stewardship Council) í Føroyum í 2020. Í Skotlandi hevur samtakið nú rokkið sama máli. Hetta er ein týðandi varði fyri virksemið og okkara miðvísa arbeiði fyri ábyrgdarfullari aling.

ASC-góðkenningin er millum strangastu og mest viðurkendu altjóða standardar innan umhvørvislig atlit og samfelagsliga ábyrgd í alivinnuni.

Fyri Bakkafrost er góðkenningin ein staðfesting av miðvísa arbeiði felagsins at framleiða laks í samsvari við hægstu krøv, tá ið ræður um umhvørvi, fiskavælferð og samfelagsábyrgd - við fullum sporføri gjøgnum alla virðisketuna.

Fyri kundar og brúkarar er góðkenningin ein trygd fyri, at laksur frá Bakkafrost stavar frá aling, sum er eftirmett av óheftum triðjaparti eftir hægstu altjóða krøvum.

Tað styrkir álitið á okkara arbeiði við burðardygd, fiskavælferð og gjøgnumskygni í øllum okkara virksemi.

Anna Johansen, QESH-leiðari í Bakkafrost-samtakinum, sigur:

„At røkka 100% ASC-góðkenning í øllum samtakinum hevur sera stóran týdning fyri Bakkafrost. Tað endurspeglar miðvísa arbeiðið hjá okkara starvsfólkum og okkara arbeiði fyri ábyrgdarfullari laksaaling, hægri dygd og áhaldandi betringum í øllum tí, vit gera.“

Bakkafrost fer framhaldandi at leggja stóran dent á ábyrgdarfullan vøkstur og nýskapan, samstundis sum vit vilja varðveita støðuna í oddinum innan burðardygd.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01