Bakkafrost gjørt avtalu við Nám

Bakkafrost gjørt avtalu við Nám

26.08.2020

Sum partur av tilsøgnini í okkara ætlan fyri burðardygt virksemi, ”Sunt lív”, um at skapa virði í samfelagnum, hevur Bakkafrost nú gjørt avtalu við Nám um at stuðla menningini av frálærutilfari fyri børn í 4. til 6. Flokki. Endamálið er at skapa økta tilvitsku og vitan um sunnar og burðardyggar matarskipanir og tann sera týðandi leiklutin, sum ali- og fiskivinnan í Føroyum hevur í hesum høpi.

Nám søkir í løtuni eftir eini fyritøku, ið kann menna talgilt frálærutilfar. Les meira her.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01