Bakkafrost á A-listanum í CDP Forests

Bakkafrost á A-listanum í CDP Forests

08.01.2026

Bakkafrost er komið á A-listan hjá CDP Forest, eftir at hava fingið karakterin A í metingini fyri 2025. Harvið er Bakkafrost mett at vera millum fremstu fyritøkur í heiminum, tá ið talan er um arbeiðið við at handfara váðar, sum eru knýttir at skógrøkt og avskóging, og at fremja ábyrgdarfullar arbeiðshættir í allari virðisketuni. CDP metir fyritøkur út frá gjøgnumskygni, leiðslu, váðastýring og ítøkiligum átøkum í sambandi við skógrøkt.

Hendan viðurkenningin endurspeglar skipaða arbeiðið hjá Bakkafrost við sporføri, ábyrgdarfullari veiting og støðugum menningararbeiði, sum verður gjørt í tøttum samstarvi við veitarar og aðrar áhugapartar. Hon endurspeglar eisini drúgva arbeiðið hjá Bakkafrost við at tryggja veiting uttan avskóging og broyting av náttúruøki. Alt sojaprotein, sum verður nýtt í fóðrinum, hevur síðani 2008 verið góðkent eftir ProTerra-standardinum ella samsvarandi krøvum. Hetta tryggjar fult sporførið og samsvar við fremstu altjóða krøv til avskógingsfría virðisketu.

Metingin hjá CDP av Bakkafrost innan skógrøkt er alment atkomuligt á heimasíðuni hjá CDP.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01