Bakkafrost er millum størstu laksaalifeløg í heiminum og fremsta laksaalifelag í Føroyum. Vit hava longstu virðisketu í vinnuni og bjóða nógvar ymsar starvsmøguleikar í samtakinum. Okkara høvuðsvinnuøki eru framleiðsla av fiskamjøli, lýsi og fiskafóðri, aling og góðsking av laksi, søla og marknaðarføring.
Til tess at varðveita okkara leiðandi marknaðarstøðu, tørvar Bakkafrost íðin, dugnalig og samvitskufull starvsfólk við ymiskum royndum og førleikum.
Okkara arbeiðsuppgávur spenna vítt, og vit hava starvsfólk innan nógvar ymiskar fakbólkar. Hevur tú áhuga í at arbeiða hjá okkum, ert tú vælkomin at senda eina umsókn við CV til job@bakkafrost.com
Umsóknin verður goymd í 6 mánaðir, og um vit í hesum tíðarskeiði hava leys størv, sum hóska til tínar førleikar, seta vit okkum í samband við teg.
Nú er eitt starv sum fiskarøktari í vaktarskipan á lívfiskastøðini við Áir leyst at søkja.
Vit leita eftir einum dugnaligum KT-supportara
Hevur tú áhuga fyri KT og at veita support og trívist tú við at arbeiða í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi millum nógv fólk? So kann hetta vera rætta starvið fyri teg!
Business Intelligence Serfrøðingur
Vilt tú gerast partur av okkara Business Intelligence toymi? Vit hava eitt spennandi starv leyst at søkja á Bakkafrost.