Finn okkara leysu størv í Føroyum her → Leys størv
Finn okkara leysu størv í Skotlandi her → Current vacancies
Bakkafrost er eitt av heimsins størstu framleiðslufeløgum av laksi og fremsta alifelagið í Føroyum. Við longstu samanhangandi virðisketuni í vinnuni taka vit ábyrgd fyri hvørjum stigi – frá framleiðslu av fóðri til endaligu vøruna, sum verður seld kring allan heim.
Vit miðja eftir at vera ein fyritøka í heimsflokki, sum bjóðar vælsmakkandi, heilsugóðar og dygdargóðar vørur – framleiddar á burðardyggan hátt við virðing fyri bæði laksinum og náttúruni.
Virksemi okkara gevur fjølbroyttar og spennandi starvsmøguleikar innan fleiri øki, eitt nú:
Fyri at varðveita og styrkja okkara leiðandi støðu innan burðardygga laksaaling, hava vit tørv á dugnaligum, ágrýtnum og miðvísum starvsfólkum við ymiskum førleikum og bakgrundum.
Hvørt tú ert faklærd/ur, lívfrøðingur ella hevur aðra hægri útbúgving, so kann tað væl henda, at tínir førleikar og mál fyri tína starvsleið hóska væl til Bakkafrost.
Okkara arbeiðsmentan
Kjarnuvirðini – Virðing, uppruni og ídni – eru hornasteinurin undir øllum okkara virksemi.
Vit leggja dent á at skapa eitt arbeiðspláss, har øll trívast og kenna seg virðismett. Vit eru errin av okkara uppruna, har siðvenja og framburður ganga hond í hond, og vit hava álit á, at okkara felags ídni skapar framgongd.
Opnar umsóknir:
Finnur tú ikki eitt starv, sum hóskar til tínar førleikar?
Send eina opna umsókn saman við tínum CV til job@bakkafrost.com.
Vit goyma umsóknir í upp til eitt ár, um tú ikki biðjur um annað.