Føddur í 1967. Føroyingur. Kom í nevndina í 2009 og hevur verið formaður síðan tá. Nevndarskeiðið endar í 2020. Verður mettur sum verandi óheftur. Formaður í nevndini hjá vinnufelagnum Tjaldur.
Útbúgving:
MSc. í búskaparfrøði og virkisleiðslu, Copenhagen Business School. Postgraduate, Lancaster University.
Nevndarfundir í 2019:
Var við á øllum 16 nevndarfundunum í 2019.
Tal av partabrøvum í Bakkafrost:
Eigur 10.761 partabrøv við árslok 2019 – keypti 761 partabrøv í desember 2019 undir eftirfylgjandi tilboðnum til partaeigarar at tekna partabrøv.
Rúni M. Hansen er limur í Global Compact’s Platform for Sustainable Ocean Business hjá ST. Hann var limur í the World Economic Forum’s Agenda Council on the Arctic í tíðarskeiðinum frá 2012-2016. Rúni M. Hansen hevur drúgvar royndir innan altjóða olju- og gassvinnu. Hann var millum annað limur í Equinor’s Exploration Executive team. Meðan hann var hjá Equinor (fyrrverandi Statoil) hevur hann havt sæti í London, Keypmannahavn, Oslo og Føroyum. Áðrenn Rúni M. Hansen kom til Equinor (Statoil), var hann í sjógætis- og skipaferðsluvinnuni.