Laksur – Framtíðarinnar protein

Visti tú?

Við einum fóðurfaktori á nærum 1:1 er alilaksur partur av loysnini at framleiða meira mat samstundis sum, at tilfeingið verður varðveitt.

Her kanst tú lesa meira um, hvørji føðsluevni laksur frá Bakkafrost inniheldur.



Skjótt vaksandi íbúgvatalið í heiminum umframt økti eftirspurningurin eftir burðardyggum proteini merkir, at okkum tørvar 70% meira protein í 2050[1]. Kostráðini frá myndugleikunum varpa í størri og størri mun ljós á týdningin av regluliga at eta sjógæti, serliga feitan fisk. Hjá Bakkafrost taka vit henda økta eftirspurningin í størsta álvara og taka ábyrgd av at nøkta henda tørv við at veita altjóða marknaðin við sunnum og burðardyggum laksi úr Norðuratlantshavinum.

Heimsins matarskipanir eru avbjóðaðar sum aldrin fyrr. Í mongum av triðjaheimslondunum verða núverandi matarskipanir settar undir ógvulisligt trýst vegna fólka- og inntøkuvøkstri, og um vit skulu hava nóg mikið av mati til 10 milliardir fólk í 2050, mugu vit hugsavna okkum um at skapa varandi matarskipanir, ið varðveita og verja jørðina til komandi ættarlið.

Bakkafrost-laksur er burðardygt aldur, og eisini er tað føðslugóður matur. Við einum sera lágum FCR (Feed Conversion Ratio) á nærum 1:1, er aldur laksur partur av loysnini at framleiða meiri matvøru samstundis sum, at vit ansa væl eftir jarðarinnar tilfeingi. Við at leggja Bakkafrost-laks afturat tínum gerandiskosti gert tú mun – ein bít í senn.

 

[1] World Resources Institute

 

[1] World Resources Institute