“Supermatur” hjá ítróttarfólki

Visti tú?

Laksur er spekkaður við sunnum proteinum og omega-3 feittsýrum umframt at hann inniheldur fleiri ymiskar vitaminir og mineralir. Bakkafrost-laksur er eitt perfekt "match" hjá virknum fólki, sum ynskja at varðveita ein sunnan lívshátt.

Her kanst tú lesa meira um, hvørji føðsluevni laksur frá Bakkafrost inniheldur.



“Supermatur” hjá ítróttarfólki

Bakkafrost-laksur hevur høgt innihald av proteini ið ger, at hann hóskar sera væl sum partur av kostinum hjá virknum fólkum sum hava brúk fyri protein-stimbran til tess at halda seg sunn. Høga innihaldið av protein umframt høga innihaldið av omega-3 og mineralum ger laks til ein týdningarmiklan part av kostinum hjá mongum ítróttarfólkum. Gransking vísir, at matur við høgum innihaldi av omega-3 fyribyrgir bruna, sum er ein ógvuliga vanligur skaði hjá ítróttafólki, ið venja á høgum støði[1]. Eisini hjálpir laksur í mun til at varðveita liðiligar liðir.

Av tí at laksur er so føðslugóður, tørvar tær ikki nógv fyri at gera tær eina máltíð, ið mettar. Og sjálvt við bert at eta smáar portiónir fært tú allar tær týdningarmiklu vitaminirnar og mineralini, ið tær tørvar. Hetta ger laks til eitt sjálvsagt val hjá fólki, sum ynskja at tapa seg ella bert ynskja at ansa væl eftir teirra kroppi.

Við at nýta laks í tíni vikuligu matætlan stimbrar tú ein sunnan lívshátt og menning gjøgnum alt lívið samstundis sum, at tú stuðlar undir menning av burðardyggum matarskipanum.

[1] Akbar U et al. J Clin Rheumatol. 2017 23;(6):330-339.