Laksur: Lættur og sunnur matur

Visti tú?

Alilaksur úr Atlantshavinum er ein tann føðsluríkasti maturin í heiminum. Tær tørvar ikki stórar mongdir til tess at matgera tær ein skjótan og leskiligan døgurða.

Les meira her.



Mong halda tað vera ógvuliga trupult at fylgja teimum almennu kostráðunum, har tað verður viðmælt at eta sjógæti tvær ferðir um vikuna. Í gerandisdegnum hjá nútímans familjum er ferðin ofta høg, og tað kann tykjast trupult at finna neyðugu tíðina at matgera. Við Bakkafrost-laksi er tað lætt at gera sunnan mat, og ein kann matgera á mongum ymsum háttum. Hann riggar bæði at steikja, grilla, dampa, baka og kóka, og ein kann enntá eta hann ráan.

Laksur inniheldur allar tær týdningarmiklastu mineralirnar og vitamanirnar. Millum annað hevur laksur eitt høgt innihald av omega-3 feittsýrum, vitamin B3, B5, B6, B12, Vitamin D, Vitamin E og selenium.

Tú kanst matgera við Bakkafrost-laksi uppá 10-15 minuttir, og harvið er hann eitt upplagt val hjá virknum fólki, sum ynskja at vera sunn og liva burðardygt. Tú noyðist ikki at vera nakar kokkur fyri at gera leskiligar døgurðar við Bakkafrost-laksi.

Um tú nýtir Bakkafrost-laks í tínum gerandisdegi, ert tú væl ávegis móti einum sunnum og burðardyggum lívshátti.