Ábyrgdarfull leiðsla

Visti tú?

Bakkafrost luttekur í fleiri átøkum og feløgum til tess at fremja burðardygd í altjóða alivinnuni.

Les meira her.



Vit hava sett okkum fyri at útinna ábyrgdarfulla leiðslu í vinnumálum og burðardygd, bæði á altjóða støði ígjøgnum okkara íkast til átøk so sum Global Salmon Initiative (GSI), og á staðbundnum støði ígjøgnum Havbúnaðarfelagið, The Scottish Salmon Producers Organisation, Scotland Food & Drink og aðrar vinnubólkar.

Bakkafrost hevur saman við øðrum nýliga tikið stig til verkætlanina “Burðardygt vinnulív”, har Regin Jacobsen, stjóri hjá Bakkafrost, er formaður. Verkætlanin miðjar ímóti at fremja burðardyggar vinnumannagongdir og stuðla upp undir ST menningarmálini fyri burðardygd, so sum veðurlagsátøk.