Okkara tilgongd til Sunn Samfeløg

Visti tú?

Okkara tilsøgn um Sunn Samfeløg byggir á fýra súlur, sum stuðla hvør øðrum.

Les meira her.



Bakkafrost spælir ein sera týdningarmiklan leiklut í teimum samfeløgum, sum vit virka í. Vit virka ofta á bygd og í smærri samfeløgum bæði í Føroyum eins væl og í Skotlandi, og vit viðurkenna týdningin og ábyrgdina sum náttúrliga fylgir við, tá man virkar í smáum samfeløgum. Tí miðja vit ímóti at styrkja okkara virksemið við áhaldandi at innføra burðardygg átøk í okkara virðisketu til tess at tryggja eitt trygt grundarlag fyri okkara framtíðar virksemi.

Okkara missión er at skapa deild virði, og okkara tilsøgn til at skapa Sunn Samfeløg er bygd á fýra súlur, sum stuðla hvør øðrum:

  • Ábyrgdarfull leiðsla
  • Virðisskapan
  • Samstarv við samfeløg
  • Gjøgnumskygni

Hetta eru tey fýra høvuðsvirðini, ið liggja til grundar fyri okkara virksemið. Vit halda fram við at tryggja, at vit altíð standa til svars fyri okkara virksemið til tess at tryggja, at vit virka ábyrgdarfult og til tað felags besta.