Góðkenningar og samstarv

Øll okkara virðisketa hevur altjóða góðkenningar innan matvørutrygd, fiskavælferð, heilsu og trygd umframt umhvørvisliga leiðslu og stýring.

Avrit av góðkenningunum eru at finna her.

Vit samstarva eisini við alivinnuna, ið er avgerandi, um vit framhaldandi skulu varpa ljós á avbjóðingarnar innan burðardygd.

Vit samstarva við myndugleikarnar í mun til standardir innan umhvørvi og djóralív, og harumframt samstarva vit við alivinnuna gjøgnum Havbúnaðarfelagið og Global Salmon Initiative (GSI). Okkara virksemi verður javnan skoðað mótvegis fleiri uttanhýsis góðkenningum til tess at tryggja burðardygd, góðsku og trygd.

Fóðurframleiðslan, lívfiskaframleiðslan, smoltstøðirnar, aliøkini á firðunum umframt kryvji- og góðskingarvirki eru góðkend sambært altjóða GLOBAL G.A.P. standardinum, ið hevur fokus á matvørutrygd í framleiðsluni, fiskavælferð, heilsu og trygd umframt umhvørvisvinarliga leiðslu og stýring. Okkara virðisketa hevur harumframt Ohne Gentechnik Non-GMO góðkenning.

Okkara kryvji- og góðskingarvirki hevur Aquaculture Stewardship Council (ASC) Chain of Custody góðkenning, og okkara góðskingarvirki hevur BRC og IFS góðkenning fyri matvørutrygd.

Okkara fiskamjøl-, lýsi- og fóðurframleiðsla á Havsbrún hevur eisini fleiri góðkenningar. Allar eindir eru góðkendar í mun til ISO9001:2015, og Mjøldeildin er GMP+, IFFO RS og MSC Chain of Custody góðkend. Laksamjøl- og laksalýsiframleiðslan hevur eisini GMP+ góðkenning.

The Scottish Salmon Company hevur eisini fleiri góðkenningar. Millum annað kann nevnast, at felagið hevur 4-stjørnaða Best Aquaculture Practices (BAP) góðkenning.

Føroyski alimyndilin

Allir føroyskir laksaframleiðarar virka undir lóggávu, ið varð samtykt og íverksett í 2003. Lóggávan er kend sum rakstrarkunngerðin fyri aling. Lóggávan tryggjaði betri eftirlit og stuðlaði undir sjálvbodnari sundurskiljing av aliøkjum og framleiðslu annars. Hetta betraði munandi um fiskaheilsu og -vælferð kring alt landið.

Millum nýggju átøkini í nýggja føroyska alimyndlinum var millum annað, at øki skuldu leggjast í brakk í tíðarbilinum millum hvønn árgangin, skipað immunisering og koppseting móti sjúkum skuldi fáast í lag, avmarkingar fyri flutningi av útgerð og fiski millum øki varð sett í verk, mark fyri tættleika og minstu frástøðu millum aliøki umframt smoltstøðir varð ásett, umframt at leiðreglur vórðu ásettar viðvíkjandi basan av lús.

Bakkafrost innførdi eisini ymisk átøk, og tilsamans hevði hetta við sær, at fellið fall frá 18% til 6%, umframt at tiknu nøgdirnar í kruvdari vekt vuksu við 20% millum 1993 og 2010, fóðurfaktorurin betraðist munandi, og effektiviteturin vaks við meira enn 40% í sama tíðarskeiði (kelda: www.avrik.fo).

Mongu átøkini geva tilsamans sera góðar fortreytir fyri laksaaling í Føroyum, samstundis sum tey betra um forsøgnið í alingini og framleiðsluni.

Bakkafrost er eisini undir strangum eftirliti frá Umhvørvisstovuni í mun til at tryggja, at øll framleiðsla fer fram sambært føroyskari lóggávu.

Lat upp Lat aftur
ASC góðkenningin

Sum liður í okkara limaskapi í Global Salmon Initiative (GSI) hevur Bakkafrost givið tilsøgn um at hava øll aliøki ASC-góðkend. Málið var, at øll aliøki hjá Bakkafrost í Føroyum skuldu vera ASC-góðkend í 2020, og hetta málið er nú rokkið.

ASC-standardurin er ein sjálvstøðugur non-profit stovnur, ið varð stovnaður í 2010 av WWF og IDH (The Sustainabale Trade Initiative). Stovnurin arbeiðir innan alivinnu, sjógætisframleiðslu, sjógætissølu og “foodservice”, gransking, friðingarbólkar og kundar til tess at fremja burðardygga sjógætisframleiðslu gjøgnum certificering og merking á pakningi. Høvuðsleikluturin hjá ASC er at umsita altjóða standardirnar fyri burðardygga aling, ið eru mentir av “Aquaculture Dialogues”, ið varð samskipað av WWF.

Í 2015 gjørdist Bakkafrost fyrsta føroyska alifyritøkan, ið fekk eitt øki ASC-góðkent umframt at fáa ASC Chain of Custody fyri alla virðisketuna. Og í 2020 høvdu øll aliøki hjá Bakkafrost í Føroyum fingið ASC-góðkenning.

Meira kunning um ASC er at finna á www.asc-aqua.org.

Lat upp Lat aftur
Global Salmon Initiative

Bakkafrost var eitt av feløgunum, ið var við at stovna Global Salmon Initiative (GSI), ið er eitt altjóða leiðaraátak, ið varð stovnað til tess at fremja munagóð átøk innan burðardygd og skapa gjøgnumskygni í laksaalivinnuni.

Átakið savnar saman alifeløg um allan heimin umframt aðrar áhugapartar, til dømis WWF, ASC og fóðurframleiðarar til tess at betra munandi um burðardygd í vinnuni, herundir at betra um fólkaheilsuna, seta fokus á umhvørvisliga ábyrgd og effektiva fóðurnýtslu. Hetta skal vera við at skapa størri legitimitet at virka undir umframt skapa viðurkenning frá marknaðinum.

Saman við vinnuni hevur GSI til endamáls at fremja trý høvuðsátøk:

  1. Lívfrøðiliga trygd: gjøgnum vitanardeiling vónar GSI at gera mun viðvíkjandi at basa lús, minka um nýtsluna av antibiotika og betra um fiskaheilsuna.

  2. Burðardygt fóður: Í samstarvi við fóðurfeløgini í vinnuni – Biomar, Cargill, Skretting og Salmofoods endurskoðar GSI regluliga, um rávøran, ið verður nýtt til fóðurframleiðslu, er burðardygt veidd. Samstundis verður hugt at øðrum møguleikum, ið kunnu betra fóðurfaktorin í vinnuni, soleiðis at minni fóður verður nýtt til hvørja framleiðslunøgd.

  3. Vinnuligir standardir: Við at stuðla limum í at fáa ASC-góðkenningina virkar GSI fyri, at standardir fyri burðardygd verða nýttir í allari vinnuni.

Við at nýta ASC-standardin sum ein karm fyri rapportering hevur GSI økt um gjøgnumskygnið. Millum annað rapportera limir uppá fóður og rávørunýtslu, felli og sosiala ávirkan.

Meira kunning um GSI er at finna á www.globalsalmoninitiative.org.

Lat upp Lat aftur
Burðardygt Vinnulív

Í byrjanini av 2021 var Bakkafrost eitt av stovnandi feløgunum av føroyska royndarátakinum “Burðardygt Vinnulív”.

Royndarverkætlanin, sum verður samskipað í Vinnuhúsinum, hevur sum aðalmál at menna burðardyggar mannagongdir í føroysku vinnuni og stuðla upp undir arbeiðið við at røkka heimsmálunum hjá ST um burðardygga menning, til dømis veðurlagsátakið.

Her kanst tú lesa eina rapport, ið greiðir frá teimum ymsu átøkunum og málunum, sum luttakandi fyritøkurnar hava sett sær.

Lat upp Lat aftur