Við tilvísing til grein 10, stk. 3 í viðtøkum felagsins hevur aðalfundurin góðtikið hesar leiðreglur fyri áeggjanarviðurgjald til leiðslu felagsins.

Samsýningarpolitikkur hjá P/F Bakkafrost fyri nevnd og stjórn

Samsýningarpolitikkurin hjá P/F Bakkafrost hevur sum mál at tryggja felagnum eina góða fyritøkuleiðslu og at skapa karmar fyri langtíðar virðisskapan.

Samsýning til einstøku nevndarlimirnar og stjórnina er lýst í ársroknskapinum og verður eisini almannakunngjørd á heimasíðu felagsins undir Investor Relations teiginum.

 

Samsýning til nevnd

Nevndin í P/F Bakkafrost verður lønt sambært teirri avgerð, sum aðalfundurin tekur. Valnevnd felagsins ger eitt tilmæli til aðalfundin um støddina av teirri samsýning, sum nevnd felagsins skal hava. Avgerð verður tikin um hetta á vanliga ársaðalfundi felagsins. Nevndin kann ikki víkja frá teirri avgerð, sum aðalfundurin tekur.

 

Samsýning til stjórn

Stjórn felagsins er sett sambært stjórasáttmála. Gjørdar verða árligar eftirmetingar av lønini, herundir um tillagingar skulu gerast. Allar broytingar í galdandi stjórasáttmála skulu gerast skrivliga og skula góðkennast av nevnd felagsins.

Avgerandi fyri samsýning stjórnarinnar er, at hon tryggjar, at felagið framhaldandi er ført fyri at draga at sær og fasthalda stjórnarlimir, sum hava bestu førleikar.

Samsýningin til stjórn felagsins verður samansett við støði í marknaðarsiðvenju og felagsins serliga tørvi.

Samsýningin til stjórnina kann fevna um fasta løn, kontant bonus, bonus latið sum virðisbrøv, herundir partabrøv í felagnum, umframt eftirløn.

Samlaða støðið fyri føstu samsýningina verður ásett við atliti til marknaðarstøðið, har millum annað stødd felagsins og rakstrargongdin verður tikin við í ásetingini. Stjórnarlimirnir fáa eftirløn, svarandi til ein ásettan prosentpart av føstu samsýningini. Ein partur av eftirlønini kann latast sum virðisbrøv, herundir partabrøv í felagnum.

Skiftandi (variabla) samsýningin til stjórnarlimirnar verður í høvuðsheitum ásett, grundað á í hvønn mun stjórnarlimirnir røkka ásettum málum. Virðisbrævagrundað bonus verður virðisásett til marknaðarvirði sambært viðurkendum leiðreglum.

Skiftandi (variabla) samsýningin kann ikki í einum inntøkuári hava størri fíggjarligt virði enn fasta samsýningin.

Nevndin ásetir innan karmarnar av hesum samsýningarpolitikki øll viðurskifti, ið viðvíkja samsýning til stjórnina, herundir eisini fráfaringartreytir.

 

Møgulig frávik

Nevndin kann ikki gera frávik í teimum leiðreglum, sum eru galdandi viðvíkjandi variablu samsýningini til stjórn felagsins.

 

Ábyrgd

Hesin samsýningarpolitikkur er góðtikin av nevndini í P/F Bakkafrost og av ársaðalfundinum í apríl 2018.

Nevndin hevur ábyrgdina av at gera neyðugar tillagingar og at leggja møguligar broytingar fyri ársaðalfund felagsins til góðkenningar.