Viðtøkur

fyri

P/f Bakkafrost

Navn felagsins, heimstaður og endamál

§ 1

Navn felagsins er P/f Bakkafrost.

Felagið rekur eisini virksemi undir hjánøvnunum Bakkafrost Holding (P/f) og Bakka (P/f). Heimstaður felagsins og høvuðssæti er FO, 625 Glyvrar.

§ 2

Partapeningur felagsins er DKK 59.143.000, býttur í 59.143.000 partabrøv til eitt áljóðandi virðið av DKK 1.

§3

Endamál felagsins er at eiga partabrøv í øðrum feløgum, at reka alivinnu, handil og aðra vinnu í hesum sambandi.

Partapeningur og partabrøv

§ 4

Partabrøvini skulu ljóða upp á navn. Partabrøvini skulu vera umfaraskjøl. Eingi partabrøv hava serlig rættindi.
Tað eru ongar avmarkingar galdandi viðvíkjandi sølu ella aðrari yvirgongd av partabrøvum.

Partabrøv felagsins verða útskrivað gjøgnum VPS ASA, Biskop Gunnerus Gate 10, 0185 Oslo, áljóðandi hvørt á DKK 1 samsvarandi teimum reglum, sum eru galdandi fyri útskriving av virðisbrævaskrásettum partabrøvum. Vinningsbýtið verður útgoldið sambært teimum reglum, sum eru galdandi hesum viðvíkjandi. Øll rættindi viðvíkjandi partabrøvunum felagsins skulu fráboðast til VPS ASA.

Partabrævabók felagsins verður førd av Nordea Bank Norge ASA, Middelthuns gate 17, P.O. Box 1166 Sentrum, NO-0107 Oslo, Norway.
Eingin juridiskur persónur, sum ikki lýkur treytirnar í §7a, stk. 4, litra 1), 2) og 3) í løgtingslóg nr. 85 frá 25. mai 2009 við seinni broytingum og eingin fysiskur persónur, sum ikki lýkur treytirnar í
§7a, stk. 3, litra 1) og 2) í somu løgtingslóg, kann hava ræðið á meira enn 20% av partabrøvum felagsins, ella 20% av partabrøvum í móðurfelag felagsins. Eingin partaeigari kann útinna síni fíggjarligu og umsitingarligu rættindi í felagum og í móðurfelag felagsins í stríð við hesar ásetingar.

§ 4A

Nevnd felagsins hevur heimild til at hækka partapeningin í felagnum eina ella fleiri ferðir við upp til nominelt DKK 515.065. Nýggju partabrøvini skulu ljóða upp á navn og skulu fylgja teimum reglum, sum framganga av § 4 í viðtøkum felagsins. Nevndini er heimilað at taka avgerð um at víkja frá fortekningarrættinum til verandi partaeigarar. Nýggju partabrøvini skulu vera áljóðandi DKK 1. Nýggju partabrøvini skulu inngjaldast kontant til felagið ella við konvertering av skuld. Heimildin hjá nevndini at hækka partapening felagsins er galdandi fram til ársaðalfundin, sum verður hildin í 2024.

§ 4B

Í tíðarskeiðinum frá 7. apríl 2017 til vanliga ársaðalfundin, sum verður hildin í 2022, hevur nevnd felagsins heimild til vegna felagið at keypa partabrøv í felagnum. Nevndini er heimilað at keypa egin partabrøv. Keyp av egnum partabrøvum skal fara fram til eitt kursvirði, sum svarar til almenna kursvirði á virðisbrævamarknaðinum, men nevndin kann undir serligum umstøðum víkja frá almenna kursvirðinum við upp til 10%. Felagið kann ongantíð eiga meir enn 10% av samlaða partapeningi felagsins.

Aðalfundir

§ 5

Innkallað verður til aðalfundar við minst 3 vikurs og hægst 5 vikurs varningi. Ársaðalfundir skulu haldast áðrenn endan av apríl mánaði.
Nevndin boðar til fundar við aðalfundarlýsing í einum ella fleiri av teimum størru føroysku dagbløðunum.


Aðalfundarlýsingin skal innihalda fundarskrá við tilskilan av fundarstaði og tíð. Verða uppskot at viðgera, ið til samtyktar krevja serligan meiriluta, skal hetta tilskilast í fundarboðunum.

Uppskot frá partaeigarunum skulu fyri at koma til viðgerðar á aðalfundi vera nevndini í hendi í seinasta lagi 6 vikur, áðrenn aðalfundurin verður hildin.

Eykaðalfundur verður hildin um avgerð er tikin um hetta av aðalfundinum, nevndini ella grannskoðara felagsins, ella um 5% av partapeninginum seta fram krav um hetta. Áheitan frá partaeigarum um eykaaðalfund skal sendast skrivliga til nevnd felagsins við fráboðan um, hvat evni skal viðgerast. Nevndin skal boða til eykaaðalfundar í seinasta lagi 14 dagar eftir, at krav er sett fram um hetta.

Frá tí at partabrøv felagsins eru skrásett á Oslo Børs, og so leingi sum partabrøvini framhaldnadi eru skrásett á Oslo Børs, skal innkallingin til aðalfund og sjálvur aðalfundurin, umframt at fylgja teimum krøvum sum framganga av hesum viðtøkum, eisini fylgja teimum krøvum, sum til eina og hvørja tíð verða sett av Oslo Børs.

§ 6

Dagsskráin fyri vanliga aðalfundin skal umfata:

a) Val av fundarstjóra.
b) Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins í farna ári.
c) Framløga av ársroknskapi og ársfrágreiðing til góðkenningar.
d) Avgerð um nýtslu av yvirskoti, ella rindan av halli sambært góðkenda roknskapin.
e) Val av nevndarlimum.
f) Val av formanni til nevndina
g) Áseting av samsýning til nevnd og grannskoðaranevndina
h) Val av limum til valnevnd, herundir formann til valnevndina
i) Áseting av samsýning til valnevndina
j) Val av grannskoðara
k) Ymiskt

Atkvøðurættur v.m

§ 7

Hvør partaeigari eigur eina atkvøðu fyri hvørja 1 kr. hann eigur í partapeningi.

Á aðalfundinum hava partaeigararnir atkvøðurætt við teimum partabrøvum, ið eru skrásett í seinasta lagi 1 viku undan ársaðalfundinum.


Atgongd til aðalfundin

§ 8

Partaeigari hevur rætt til at luttaka á aðalfundinum, um viðkomandi partaeigari seinast 3 dagar áðrenn aðalfundin hevur givið felagnum fráboðan um, at hann ætlar at luttaka á aðalfundinum.

Partaeigari hevur rætt til at møta persónliga ella saman við einum ráðgeva. Partaeigarar felagsins hava eisini rætt til at møta við fulltrúa, sum partaeigarans vegna kann greiða atkvøðu sambært skrivligu fulltrúini. Fulltrúin kann vera galdandi í eitt ávíst tíðarskeið, tó ikki longur enn 1 ár.

Umboð fyri fjølmiðlarnar og umboð fyri Oslo Børs hava atgongd til aðalfundin.

Valnevnd

§ 9

Aðalfundurin velur eina valnevnd við 3-5 limum.

Limirnir í valnevndini skulu vera partaeigarar ella umboða partaeigar felagsins.

Limirnir fyri valnevndina, herundir formaðurin fyri nevndina, verða valdir av aðalfundinum.

Valskeiðið fyri limirnar í valnevndini skal vera 2 ár, uttan so at aðalfundurin tekur aðra avgerð. Valskeiðið roknast frá valinum og heldur uppat við endanum av ársaðalfundinum í tí árinum, sum valskeiðið gongur út. Hóast valskeiðið er útgingið, skal viðkomandi limur halda fram í valnevndini, til aðalfundurin hevur valt ein nýggjan lim.
Samsýning til valnevndina verður ásett av aðalfundinum. Valnevndin hevur hesar uppgávur:

i) At greiða tilmæli til aðalfundin um val av nevndarlimum
ii) At greiða tilmæli til aðalfundin um samsýning til nevnd felagsins
iii) At greiða tilmæli til aðalfundin um val av limum í valnevndina Aðalfundurin kann áseta nærri leiðreglur fyri arbeiðið hjá valnevndini.

Nevndin

§ 10

Felagið verður stýrt av einari av aðalfundinum valdari nevnd, sum hevur 3 - 7 limir. Nevndarlimir verða valdir fyri 1 ár í senn. Afturval kann fara fram. Á ársaðalfundinum, sum verður hildin í 2011 stendur helvtin av nevndarlimunum fyri vali. Valnevndin avgerð, hvørjir limir skulu standa fyri vali til ársaðalfundin í 2011, og sum eftir hetta skulu veljast skiftivís.

Meirlutin av limunum í nevnd felagsins skulu vera heimahoyrandi í Føroyum, samsvarandi ásetingunum í §7a, stk. 3, litra 1) og 2) í løgtingslóg nr. 85 frá 25. mai 2009 við seinni broytingum. Er talið av nevndarlimum, sum sambært hesum reglum skulu vera heimahoyrandi í Føroyum, ikki eitt heilt tal, verður talið rundað uppeftir.

Aðalfundurin hevur viðtikið leiðreglur fyri áeggjanarviðurgjald til leiðslu felagsins sambært §139 í vinnufelagslógini.

§ 11

Nevndin hevur ovastu leiðsluna hjá felagnum. Nevndin ásetir nærri reglur fyri sínum arbeiði í eini fundarskipan. Aðalfundurin tilnevnir formannin, meðan næstformaðurin verður tilnevndur av nevndini.

Standa atkvøðugreiðslur í nevndini á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi.

Stjórnin

§ 12

Nevndin setir eina stjórn við einum ella fleiri stjórum at standa fyri dagligu leiðsluni av felagnum. Nevndin ásetir við stjórnarskipan nærri reglur fyri heimildir og skyldur hjá stjórnini.

Nevndin ásetir setanartreytirnar hjá stjórnini og ásetir nærri reglur fyri arbeiði hennara.

Stjórnin umsitur dagligu leiðsluni av felagnum og skal fylgja avgerðunum hjá nevndini, umframt teimum reglum og tilmælum, sum nevndin hevur ásett.

Dagliga leiðslan umfatar ikki avgerðir, sum eftir felagsins viðurskiftum mugu metast at vera óvanlig, ella sum eru av serliga stórum týdningi fyri felagið. Stjórnin kann bert taka slíkar avgerðir, um nevndin hevur givið serligt loyvi til hetta.
Limir í stjórn felagsins skulu lúka ásetingina í §7a, stk. 3, litra 1) í løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 við seinni broytingum.

Tekningareglur

§ 13

Felagið verður teknað av einum stjóra saman við einum nevndarlimi.

Roknskapargrannskoðan

§ 14

Felagsins ársfrásøgn verður grannskoðað av einum grannskoðara, sum er valdur av aðalfundinum fyri eitt ár í senn.

Grannskoðari felagsins hevur rætt til at síggja roknskaparbøkur felagsins, tá ið hann vil, og leiðsla felagsins hevur skyldu til at geva grannskoðaranum allar upplýsingar, sum eru neyðugir til tess, at grannskoðarin kann útinna sítt arbeiði.

Roknskaparár

§ 15

Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið.

Ársfrásøgn

§ 16

Ársfrásøgnin skal undirskrivast av nevnd og stjórn, umframt áteknast av grannskoðaranum fyri felagið.

Felagsins ársfrásøgn verður gjørd samsvarandi reglunum í roknskapar- og vinnufelagslógini og samsvarandi góðum roknskaparsiði.

Soleiðis viðtikið á eykaaðalfundi tann 15. desember 2009 við broytingum frá 15. februar 2010, 7. apríl 2011, 26. mars 2012, 18. apríl 2013, 7. apríl 2017 5. apríl 2019, 26. september 2019, 18. oktober 2019, 21. oktober 2019, og 10. december 2019.

Nevndin