Um Bakkafrost

Bakkafrost er alifyritøka, sum er staðsett í Føroyum við serkunnleika til at framleiða heilsugóðan fyrsta floks laks til brúkaran.



Bakkafrost útvegar heiminum dygdargóðar laksaúrdráttir, og høvuðssætið er í Føroyum, mitt í Norðuratlantshavi. Henda makaleysa staðsetingin hjá Bakkafrost er allarbesta umhvørvið at ala tann einastandandi, føroyska, atlantiska laksin.

Bakkafrost kann breggja sær av at stýra hvørjum einasta parti í allari laksaframleiðsluni. Vit geva laksinum fóður, sum er fiskað í køldum, reinum, føroyskum sjógvi. Ein sjaldsom loddrøtt sameining elur fram nakað av tí feskasta, burðardyggasta og heilsubesta matinum á okkara gongustjørnu.