Frystar vørur

Skjótt frystur laksur varðveitir góðskuna og leingir um tíðina úti hjá kundanum, uttan at tað gongur út yvir ta kendu Bakkafrost góðskuna. Tað gevur eisini kundanum víðari møguleikar fyri flutningi og letur upp fyri øðrum bíligum møguleikum.







Bakkafrost hevur eitt umfatandi úrval av frystum vørum, heilfrystum laksi, flaki, verðum, búkum, sporlum, fráskurðum, høvdi, ryggjum og skræðu. Hesar frystu vørur úr laksi eru seldar kring allan heim og eru vanliga fluttar til kundarnar við skipi ella trailarum alt eftir hvønn marknað, hann skal á. Oftast verða vørurnar skipaðar við trailara frá virkinum á Bakkafrost til eina havn í Føroyum, har tær verða lastaðar og síðan fluttar til Russlands, Danmark, Stóra Bretlands, Skotlands, Niðurlond, Týskland og Íslands, har tær verða umskipaðar til onnur skip ella trailarar, sum skulu til endabrúkaran.

Starvsfólkini á logistikkdeildini á Bakkafrost eru serkøn við fleiri ára royndum og duga at taka sær av øllum síðum av flutninginum frá virkinum á Bakkafrost til ta ynskiligu móttøkustøðina hjá kundanum. Hetta ger tað lætt og praktiskt hjá kundanum.