Feskar vørur

Við at halda laksin púra feskan frá tøku til brúkara varðveitir laksurin ta sera høgu góðskuna og eyðkennini, sum tryggja endabrúkaranum eina serliga kulinariska uppliving uttan sammeting.







 Tak yvirlit niður 

Yvirlitið hjá Bakkafrost av feskari framleiðslu, sum leggur dent á at halda eina framúr góðsku, inniheldur heilan laks, flak og porsjónir. Laksurin verður varliga tikin og fer skjótt ígjøgnum hátøknilogisku framleiðsluna, áðrenn hann verður køldur við flykruísi í háisolerandi tundurkassum, sum eru serframleiddir til at halda laksin feskan allan túrin úr Føroyum til kundarnar kring allan heim.

Feskur laksur verður antin fluttur við flogfari ella skipi úr Føroyum til meginlandið í Evropa, áðrenn hann verður umskipaður á trailarar ella flogfør. Trailarar koyra til brúkarar í Evropa, og flogførini flúgva laksin til Norðuramerika, Asia og Afrika. Samansetingin av skilabesta flutninginum tryggjar kundanum heilt feskan laks, sum kann setast á borðið Innan 24 tímar eftir tøku.