Flutningssamskipan

Bakkafrost kann breggja sær av at at fáa vøruna til móttakararnar, so títt og knapt hon er liðug.

Framleiðsluvirkini liggja fram við teimum firðunum, har laksurin verður aldur. Tað ger framleiðsluna til ta skjótastu í vinnuni

Bakkafrost nýtir eitt streymlinjað flutningskervi at fáa fiskin á allar teir stóru marknaðirnar úti í heimi frá okkara serbygdu virkjum í Føroyum.

Bakkafrost flýgur ella siglir fiskin til altjóða miðdeplar í Europa, har fiskurin beinan vegin verður koyrdur ella flogin til móttakaran. Skjóta avgreiðslutíðin ger tað møguligt at fáa feskan laks á ein og hvønn altjóða marknað innan fyri 24 tímar.

Feskar vørur

Við at halda laksin púra feskan frá tøku til brúkara varðveitir laksurin ta sera høgu góðskuna og eyðkennini, sum tryggja endabrúkaranum eina serliga kulinariska uppliving uttan sammeting.

Les meira
Frystar vørur

Skjótt frystur laksur varðveitir góðskuna og leingir um tíðina úti hjá kundanum, uttan at tað gongur út yvir ta kendu Bakkafrost góðskuna. Tað gevur eisini kundanum víðari møguleikar fyri flutningi og letur upp fyri øðrum bíligum møguleikum.

Les meira