Hví eta laks?

Laksur er makaleysur: náttúran sjálv hevur sáldað frá so bara tann sterkasti fiskurin er eftir, ættarlið eftir ættarlið. Smakkurin er góður, fiskurin er mjúkur og hevur leskiligan og frískligan lit.

Laksur kann nýtast í allari hugsandi matgerð og lýkur øll krøv, tá ið tosað verður um heilsugóðan nútíðar mat.

Fyrimunir við laksi sum heild

Merkisverda livitíðin hjá laksinum og evnini at venda heimaftur ár eftir ár er ein orsøkin til, at hesin hugskygdi fiskur verður hildin at vera “heilaføði”. Men laksur er eisini føðsluríkur og framúr góð protein-, vitamin- og mineralkelda. Serliga áhugaverdar eru omega-3 feittsýrurnar, ið stimbra heilan, smyrja liðirnar og minka vandan fyri hjartasjúkum.

Framtíðar trupulleikar jarðarinnar loystir

Laksur er eitt heilsugott og kostnaðarlítið alternativ til vanliga kjøt- og proteinvøruframleiðslu. Tá ið kjakast verður um viðurskifti, ið víkja at kostnaði og tørvi á vanligu proteinvøruframleiðsluni, er aldur laksur ein vøra við nógv meira proteini eftir vekteind og prísi. Laksur kann lætta ta byrðu, komandi ættarlið fara at hava at framleiða protein til mannaføði – ein smakkgóð og heilsugóð loysn á einum stórum trupulleika.