Spaghetti við laksi í ostasós

Hvør elskar ikki spaghetti? Tað er ofta at ein, børn sum vaksin, hevur brúk fyri einum skjótum og løttum døgurða, ið er føðsluríkur og kann gerast upp á fáar minuttir, áðrenn ein skal til t.d. ítrótt ella annað.

Tilfar

(til uml. 2 vaksin og tvey børn, ella 3 vaksin)

4 laksastykkir á 125 gr
25 gr. smør
2-3 smátt skornar reyðleykir
1 tunt skorna purru
1 smátt skorin reyð piparfrukt
5-6 turkaðar tomatir
1 spsk. av oregano
100 gr. av rómaosti (tú kanst brúka ymisk sløg av smyrjiosti)
Eitt sindur av súrepladjús, hvítvíni ella vatni
300 gr. spaghetti, men gjarna eitt sindur meira, um tykkum dámar væl pasta
(frískt spaghetti smakkar betur enn turkað)
8 flísar av royktum laksi
Kanska persillu, parmesanost ella annan rivnan ost

Mannagongd

Sker grønmetið smátt og brúnka tað í smørinum í miðalheitari grýtu.
Tá grønmetið er brúnkað, minkar tú um hitan og letur ost og oregano í.
Lat smákóka, meðan laksurin verður stoktur og stoyt vætu í eftir egnum ynski.
Krydda laksastykkini við salti og pipari og steik tey í olju ella smøri á pannuni í 15 min.
Kóka spaghetti eftir ávísing á pakkanum.
Sker roykta laksin í smáar bitar og legg hann í sósina beint áðrenn borðreitt verður.
Síla vætuna frá spaghettinum og blanda sós og spaghetti; persilla, rivin parmesanostur ella annar rivin ostur kann stroyast út yvir rættin, borðreið við langbreyði.