Laksur við soppum í fati

Laksur og soppar er ein spennandi samanseting. Royn hendan rættin fyri at verða sannførdur.

Tilfar

(til 4 fólk/høvuðsrættur ella 8/forrættur)

6 laksastykkir á 150 gr.
100 gr. av soppum (skolaðir og reinsaðir og skornir í flísar)
2 purrur (skolaðar og reinsaðar og skornar í flísar)
4 pungar av hvítleyki
1 pakka av matróma
1 pakka av rómaosti (má gjarna vera kryddaður)
Salt og pipar
½ bótarmola (fiska-smakk)

Mannagongd

Tiðnaðu laksastykkini verða løgd í eitt eldfast fat. Krydda tey við eitt sindur av salti og pipari.
Steik soppar og purru á heitari pannu í einar 4 min og legg blandið oman á fiskin.
Hita róma og rómaost í einari grýtu við hálva bótarmolanum og pressaða hvítleykinum.
Smakka til við pipari. Kanska skal eitt lítið sindur av salti í, men ansa eftir, tí osturin er eisini saltur, um tú hevur valt ein kryddaðan av slagnum. Stoyt ostasósina oman á laksin og grønmetið.
Baka í ovni í umleið 25 min við 200°C.