Laksur við blámuosti

Laksur er kendur fyri sín mjúka og leskiliga smakk. Osturin saman við einari royktari laksaskivu, gevur laksinum afturat tí mjúka smakkinum ein saftigan konsitstens.

Tilfar

2 laksastykkir á 125 gr.
2 skivur av royktum laksi
2 flísar av blámuosti

Afturvið:

Spinatbløð og salat við avokado og mango
Sitrón ella lime
Grov flutes

Mannagongd

Sker ein skurð vatnrætt ígjøgnum laksastykkini. Legg ost og eina skivu av royktum laksi ímillum, og set kjøtnálir í fiskin. Krydda við eitt sindur av pipari. Legg stykkini í eitt smurt, eldfast fat og koyr eitt lítið sindur av vatni í fati.
Set inn í ovnin á 175°C í umleið 20 minuttir.

Skola spinatbløðini væl og slong vatni av. Sker fruktirnar í bitar, og stoyt eitt sindur av sitrónsaft omaná.