Pitabreyð við laksi

Pitabreyð, ein rættur, ið flestu fólk kenna. Her er ein útgáva, hvat ein kann koyra í pitabreyði. Tað riggar eisini væl at steikja laksin á pannuni, hakka hann sundur og brúka hann sum fyllu saman við øðrum tilfari.

Tilfar

2 laksastykkir á 125 gr.
1 pk. pitabreyð
Cherrytomatir
Majs
Avocado
Ráan leyk
Agurk
Grøn oliven
Jalapeno
Reta terningar
Ristaðar pinjekjarnur
Peanuts

Nøgdirnar avgera tit sjálvi. Vilja tit hava nógv grønt, so er at gera meira av tí.

Ein góðan dressing eftir egnum vali.

Mannagongd

Tendra ovnin, og hita pitabreyðini.
Tilhoyrið verður skorið smátt og lagt í hóskandi skálir.
Laksurin verður kryddaður við salti, pipari og turkaðum urtum eftir egnum vali, t.d. timian, dild og oregano, og stoktur varliga á pannu í einar 5 min – 2 ½ min á hvørjari síðu.

Tá laksurin er stoktur, verður hann hakkaður í smá stykkir við einum palettknívi.