Hvítleyksmarineraður laksur

Royn hendan vælsmakkandi rættin, har smakkurin av hvítleyki kemur til sín rætt.

Tilfar

(til 4 fólk)

6 laksaporsjónir á 150 gr.
1 heilan hvítleyk
Fullan neva av skornari nýggjari dild
Salt og nýmalið svart pipar

Mannagongd

Flys hvítleykspungarnar. Lat teir í hvirluna og morla til eina fasta rúgvu. Lat dild og olivenolju í, og rør eitt lítið sindur – bara so tað samlast aftur til eitt mos.
Legg laksaporsjónirnar í eitt eldfas fat. Legg hvítleyksblandið á fløkini og set í kuldaskáp at marinera í einar tveir tímar.
Baka í ovninum í 15 min. við 190°C.

Eplir ella rís afturvið, og eitt sindur av dampaðum grønmeti eftir egnum ynski.