Laksabitar í ovni

Ein leskilig, løtt uppskrift, ið fer at gleða familju og vinir, tá ið tað verður borðreitt. Tann leskiligi rætturin er bert møguligur við laksi frá Bakkafrost. Tað er bert tørvur á nøkrum fáum tilfari, so hevur tú rættin.

Tilfar

(til 4 fólk/høvuðsrættur ella 8 fólk/forrættur)

6 laksastykkir á 125 gr.
4 piparfruktir (gjarna í ymiskum litum)
25 svartar oliven
2 nevar av jarðnøtum ella mandlum
Sitrónpipar

Laki:

Saftin av ½ sitrón
3 spsk. olivenolju
2 spsk. hunang
2 pungar av pressaðum hvítleyki
1 cm av rivnum ingifer

Mannagongd

Rør lakan saman og legg laksin í laka í kuldaskáp minst 3 tímar, gjarna eina nátt.
Sker piparfruktina í bitar, uml. 3x3 cm og rist á pannuni í einum sindri av smøri.
Legg laksin í eitt eldfast fat og stroy við sitrónpipari.
Legg olivin, nøtir og stoktu piparfruktirnar omaná.
Set í ovnin á 180°C í 15 min.

Rætturin smakkar best við jasminrísi og kanska einum góðum matbreyði afturvið.