Maki sushirullur við Bakkafrost laksi, uml. 32 stk.

Hví ikki royna at gera leskiligt sushi heima við hús? Hóast tað kann tykjast møtimikið at fara undir at gera, so er bara at fara í gongd, tí hetta er als ikki so torført sum tað kann tykjast. Orsøkin til at tað tekur 2 tímar er, at rísini skulu kølna áðrenn rullurnar kunnu gerast.

Ofta liggur alt tilfarið til sushi á nøkulunda sama stað í handlum, so kennir tú ikki okkurt av tilfarinum er bara at spyrja starvsfólkini.

Portiónir: 4 persónar

Tíð: 2 tímar

Tilfar

  • Sushi motta (at rulla við)
  • Turkaði tarapappír, 4 stk.
  • 250 g. sushi rís
  • 2 spsk. rís edik
  • ½ agurk
  • 250 g. feskan laks

Afturvið:

  • Soja
  • Wasabi
  • Gari (súltaðar ingifer)

Mannagongd

  1. Skola rísini væl við køldum vatni, og kóka tey sum tað stendur á pakkanum.
  2. Tá rísini eru kókaði, rørir tú 2 spsk. av rísedikki í, og lat tey síðani kólna.
  3. Sker laksin í tunnar skivar og agurkina í tunnar álir. (
  4. Tá rísini eru kólnaði: Legg eitt tarapappír omaná sushi-mottuna, við tí blonku síðuni vendandi niðureftir.

(Best er at hava fuktigar hendur tá tú breiðir rísið á taran, so tað ikki er so klistrut.)

  1. Breið 1/4 av rísinum sum eitt javnt lag omaná tarapappírið, men lat uml. 1,5 cm. vera eftir á kantinum longst vekk frá tær (hetta er til seinni, at “klistra” rulluna saman við)
  2. Legg síðani laksastykkini omaná miðjuna av rísinum, og legg nakrar stelkir av agurkini í eina linju omaná laksin, so tað dekkar alla breiddina av taranum.
  3. Rulla nú tarapappírið við fylluni saman, so fast sum gjørligt við hjálp av sushi-mottuni. Ger tað tóma pettið av taranum fuktut áðrenn tú rullar hana heilt saman, so tað klistrar betur saman.
  4. Ger hinar tríggjar rullurnar á sama hátt, og lat síðani rullurnar hvíla í 10 min. í kuldaskápi.
  5. Sker rullurnar út í hóskandi stykkir, umleið 8 úr hvørjari rullu.
  6. Borðreið saman við soja, wasabi og súltaðum ingifer.