Laksur í karry

Ert tú eitt sindur meir til mat við smakki í? So er hesin rætturin eina roynd verdur. Laksur saman við karry og øðrum, gevur eitt áhugavert úrslit.

Tilfar

4 laksastykkir á 125 gr.
2 spsk. smør ella margarin
2 stórir leykir
2 tomatir
1 ½ spsk. av karry
1 bótarmola frá neyti
¼ tsk. pipar
¼ tsk. salt
1 dl. vatn
150 ml. av róma

Mannagongd

Leykirnir verða stoktir í høgari steikipannu saman við feittinum við lágum hita.
Tomatirnar verða skornar í bitar og lagdar saman við leykinum.
Karry, bótarmoli, pipar og salt verður latið í.
Lat smákóka umleið 5 min.
Vatn og rómi verður latið í.
Tá tað kókar aftur, verða laksapettini løgd oman á sósina. Lat smákóka í 10-15 min, ella til laksurin er dampaður.

Verður borðreitt saman við eplum ella rísi.