Bakkafrost laksur við teriyaki sós

Lættur og skjótur laksarættur við eplamorli

Tíð: 45 min.

Portiónir: 4 persónar

Tilfar

  • 4 stk. Bakkafrost laksaportiónir á 125g
  • Uml. 2 tsk. Sitrónpipar (0,5 tsk. pr. portión)
  • Uml. 4 spsk. ”Teriyaki & Sesame oil” sós (1 spsk. pr portion)
  • 4 tsk. sesamfrø (1 tsk. pr. portion)

Afturvið:

  • 4 stór ella 8 smá eplir.
  • 25 g. smør
  • Mjólk
  • Salt, pipar, sukur
  • 4 asparges
  • 4 skivur av sitrón

Mannagongd

  1. Flys eplini og kóka tey í lættsaltaðum vatni, í uml. 40 min. (Skerur man eplini í smærri petti, tekur tað styttri tíð at kóka)

  2. Set ovnin á 175 gradir

  3. Sker tað brúna feittið av laksinum og legg í eitt ovnfast fat

  4. Krydda fyrst við sitrónpipari og breið síðani eitt lag av teriyaki-sós oman yvir

  5. Stroy eitt sindur av sesamfrø omaná portiónirnar

  6. Baka mitt í ovninum í umleið 20-25 min.

  7. Tá eplini eru liðugt kókaði: Vatnið verður stoytt frá

  8. Mosa síðani eplini saman við smørinum, gjarna við einum elpískara

  9. Koyr eitt sindur av mjólk í um neyðugt

  10. Smakka til við salti, pipari og sukri

  11. Afturvið: Kókaði grøn asparges og sitrón