Bakkafrost laksur við ostaspinat fyllu

Lættur og skjótur laksarættur við eplamorli

Portiónir: 4 persónar

Tíð: 30 min.

Tilfar

  • 4 laksa portiónir
  • Sitrónpipar, salt og pipar.
  • 130 g. rómaost
  • 40 g. spinat, skorið í smá petti
  • 50 g. rivnan mozarella ost
  • ½ tsk. hvíttleykspulvur
  • Saftina úr einari hálvari sitrón
  • 25 g. smør

Mannagongd

  1. Sker tað brúna feittið av laksinum. Sker síðani ein skurð vatnrætt ígjøgnum laksastykkini, men ikki heilt ígjøgnum, so tað blívur sum ein lummi.
  2. Píska rómaostin eitt sindur og blandað síðani spinati, rivna mozarella ostin og hvíttleykspulvurið í. Deil síðani fylluna í “lummarnar”.
  3. Krydda síðani laksastykkini við sitrónpipari, salti og pipari.
  4. Smelta smørið á einari pannu, og steik laksastykkini, við miðal hita, á báðum síðum, uml. 5 min. á hvørjari síðu. Pressa sitrónsaftina á laksin meðan hann steikist.
  5. Borðreið rættin heitan, gjarna við einari lættari spinat-salat afturvið.

 

Afturvið:

Salat gjørd burturúr spinat bløðum, agurk og tomat, við dressingi eftir egnum ynski.