Bakkafrost laksa suppa

Leskilig laksasuppa, fylt við eplum og ymiskum grønmeti.

Portiónir: 4 persónar

Tíð: 40 min.

Tilfar

  • 4 miðalstór eplir
  • ½ purra
  • 3 gularøtur
  • 100 g. spinat
  • 25 g. smør
  • 2 ½ dl. róma
  • 2 tern. fiskabótarmolar
  • 7 ½ dl. kókað vatn
  • 250 g. laks
  • Salt og pipar

Mannagongd

  1. Flys eplini og sker tey í terningar.
  2. Flys gularøturnar og sker tær í smáar, tunnar stavir.
  3. Sker purruna í tunnar skivar, reinsa og lat vatnið renna frá.
  4. Reinsa spinatið og sker tað í strimlar.
  5. Steik alt grønmetið saman við smør eina løtu, umleið 5 min.
  6. Upploys bótarmolarnar í kókaðvatninum.
  7. Tilset síðani vætuna og róman, og lat rættin kókað í 15-20 min.
  8. Meðan suppan kókar kanst tú skera tað brúna feittið av laksinum, og skera hann í smá petti.
  9. Tá suppan hevur kókað í 15-20 min., koyrir man laksabitarnir í.
  10. Tá laksurin er latin í suppuna, skal suppan bert kóka í einar 2-3 min. og síðani takast av hitanum.
  11. Smakka síðani til við salti og pipari.

Afturvið:

Flutes ella knekkbreyð

Til ber eisini at gera hana eitt sindur sunnari, við at bara brúka vatn í staðin fyri róman.