Bakkafrost laksa terta

Eitt gott alternativ til nátturaborðið ella sum ein rættur á kalda borðinum. Og við eini leskiligari, frískari salat hóskar hetta seg avbera væl til bindiklubban.

Portiónir: 4 persónar

Tíð: 1 tíma og 45 min.

Tilfar

Tertubotnur:

  • 200 g. mjøl
  • 100 g. smør
  • ½ tsk. salt
  • 1 ½ spsk. vatn.

Fylla:

  • 250 g. fesk spinatbløð
  • 20 g. smør
  • 1 fet av hvítleyki
  • 250 g. laks
  • 4 stk. egg
  • 250 g. róma
  • 100 g. rivnan ost
  • 1 tsk. salt

Mannagongd

Tertubotnurin:

  1. Blandað saltið í mjølið, og morla síðani smørið í mjølið (so tað líkist rivnum osti)
  2. Koyr síðani vatni í og elt til eitt deiggj - hongur tað ikki saman, so lat eitt lítið sindur meiri av vatni í
  3. Lat deiggið liggja í køliskápinum í 1 tíma. Ímeðan kanst tú gera klárt til fylluna:
  4. Smeltað smørið og koyr skolaða spinatið í og hita til spinatbløðini “følna saman”. Rør í samstundis
  5. Pressa hvíttleykin í spinatið og rør tað saman
  6. Sker laksin í smáar bitar
  7. Blandað egg, róma, salt og rivna ostin saman
  8. Tá tertubotnurin hevur ligið í 1 tíma:
  9. Tendra ovnin á 200 stig.
  10. Rulla deiggið út so tað passar í tertuformin. Hetta kann lættast gerast við at rulla deiggið út omaná einum plast-litursposa, sum er kliptur upp eftir longdini,  og síðani vendir man útrullaða deiggið niður á formin, trýstir út í kantarnar og hálar plastposan av.
  11. Prika botnin við einum gaffli, og baka í 12 minuttir.
  12. Tá botnurin er bakaður, fordeilir tú síðani spinatið á botnin.
  13. Deil síðani laksapettini omaná spinatið.
  14. Stoyt til seinast eggjablandingina omanyvir.
  15. Baka tertuna í 30 minuttir á 200 stigum.

Afturvið:

Frísk og søt salat, samansett av: (mongdina av hesum ymiska avger ein sjálvur)

  • Ruccola salat
  • Reyðum víndrúvum
  • Hunangsmelón
  • Cherry tomatum
  • Avokado
  • Feta osti
  • Pinje kjarnum, sum líka eru ristaðar á pannu.