Laksur - matvørutrygd

Visti tú?

Bakkafrost hevur ræði á allari virðisketuni, frá fiskalýsi, mjøli og fóðri til egg og ílegur á lívfiskastøðum, gjøgnum alla alingina og til endaligu vøruna. Hetta ger tað møguligt hjá okkum at tryggja sporføri gjøgnum alla virðisketuna.

Les meira um matvørutrygd- og góðsku her.

Adobestock 200294926

Matvørutrygd 

Vørurnar hjá okkum lúka strangastu krøvini innan matvørutrygd. Vit hava neyvt eftirlit við allari framleiðsluni í okkara virðisketu. Hetta tryggjar verju av heilsuni hjá brúkarum. Vit arbeiða miðvíst og virkið við at stýra og fyribyrgja lívfrøðiligum, kemiskum og fysiskum vandum, sum kunnu ávirka vørurnar neiliga. Somuleiðis eru vit ansin mótvegis uttanhýsis hóttanum, sum t.d. matsvik og álop av sokallaðum food-defence prinsippum. Kundar og brúkarar kunnu hava álit á okkara vørum, okkara arbeiði við matvørutrygd og okkara stýringsskipanum.  

 
Vit leggja stóran dent á HACCP (Hazard Analysis and Critical Control Point),  váðastýring og sporføri. HACCP eyðkennir Critical Control Points (CCP) og Operational Control Points (OCP), og myndar grundarlagið undir váðametingini. Vørur verða regluliga sendar til óheftar kanningarstovur fyri at kanna um matvørutrygdin er í lagi. Starvsfólk fáa eisini undirvísing í trygd og góðsku.  

 
Okkara strategiska raðfesting er at fylgja bestu altjóða standardunum innan matvørutrygd. Góðskutrygging og góðskueftirlit eru grundleggjandi partar av allari virðisketuni. Hetta inniber dagligar kanningar og dagligt eftirlit áðrenn váttan um matvørutrygd verður útflýggjað. Ein talgild góðskuskipan verður nýtt sum amboð fyri at tryggja, at okkara framleiðsla er á sama stigi gjøgnum alla virðisketuna. 

 

Food Defence  

Bakkafrost hevur fleiri fyribyrgjandi amboð, sum verjir okkara vørur og virksemi. Hetta inniber framkomna tøkni, ið gevur fjaratgongd, eftirlitsskipanir og øki, ið bara er til matvøruframleiðslu. Sostatt hava bert viðkomandi starvsvfólk atgongd til ávís øki. Hetta tryggjar eisini, at øll starvsfólk verða tald við í sambnadi við eld ella aðrar vandamiklar tilburðir. At tryggja bæði starvsfólk og vørur hevur alstóran týdning fyri okkum. 

Sporføri 

Bakkafrost hevur ræði á allari virðisketuni, frá fiskalýsi, mjøli og fóðri til egg og ílegur á lívfiskastøðum, gjøgnum alla alingina og til endaligur vøruna. Hetta ger tað møguligt hjá okkum at tryggja sporføri hjøhnum alla virðisketuna. Sporføri er eitt virkið amboð til at styrkja álitið hjá kundum og brúkarum og at virka fyri opnum og ábyrgdarfullum samskifti. Harumframt ger sporføri tað møguligt hjá okkum at skjalprógva upprunan av vørunum og at fyribyrgja møguligt matsvik.  

 

Innihald

Fóðrið hjá okkum inniheldur ongar vakstrarhormonir og hevur einki innihald av innvølum og burturkastri frá øðrum aldum sløgum. Vit nýta einans natúrligar antioxidantar f yri at varðveita føðsluvirðið og okkara fiskalýsi- og mjøl innihalda einki ethoxyquin. Okkara vørur liggja væl niðanfyri mørkini í ES-regluverkinum fyri óynskt evni, t.d. dioxin og dioxin-líknandi PCB og vit hyggja framhaldandi eftir háttum, ið kunnu minka um slík evni. Somuleiðis er støðið av perfluoroalkyl evnum (PFAS), PFOS, PFOA, PFNA og PFHxS í okkara laksi  undir markinum ella í samsvari við ES-regluverki sum verður mett av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.  

 

Dømi um átøk 

  • Vit hava væl skipaðar mannagongdir fyri Business Continuity og Incident Management, herundir afturkalling av vørum og vit fremja regluligar royndir av mannagongdini fyri afturkalling 

  • Vit fylgja altjóða standardum og góðkenningarskipanum, og okkara umfatandi innanhýsis eftirlitsskipan verður regluliga endurskoðað av myndugleikum og óheftum stovnum 

  • Øll okkara framleiðsla hevur góðkenningar, ið eru viðurkendar av GFSI (Global Food Safety Initiative) 

  • 100% av okkara vørum og øll virðisketan er fevnd av óheftum góðkenningum, sum tryggja altjóða krøv til matvørutrygd. Sí meira her