Samfelagsáhugi

Visti tú?

Hjá Bakkafrost gera vit áhaldandi átøk í teimum samfeløgunum, sum vit virka í. Vit eggja til eina virkismentan, ið tekur atlit til samfelagið og stuðla lokalum átøkum, so at vit hjálpa til í við at røkka málunum hjá ST fyri burðardygga menning.



Hjá Bakkafrost gera vit áhaldandi átøk í teimum samfeløgunum, sum vit virka í. Vit eggja til eina virkismentan, ið tekur atlit til samfelagið og stuðla lokalum átøkum, so at vit hjálpa til í við at røkka málunum hjá ST fyri burðardygga menning.

Vit ynskja eitt reint umhvørvi og geva okkara íkast til at tryggja náttúrustøðuna. Hetta gera vit millum annað við at skipa fyri árligum ruddingardøgum og við at stuðla lokalum ruddingarátøkum, har vit hjálpa til við arbeiðsmegi og útgerð til tess at tryggja lívfrøðiligt margfeldi umframt náttúrustøðuna.
Harafturat leita vit áhaldandi eftir nýggjum týðandi samstørvum. Eitt dømi er “The Outher Hebrides Local Energy Hub”, sum er ein tvørgangandi verkætlan, ið verður drivin av The Scottish Salmon Company í samstarvi við Pure Energy Center, Community Energy Scotland og lokala umboðsráðið, Comhairle nan Eilean Siar. Verkætlanin hevur til endamáls at fremja lokalan ringrásbúskap, herundir at tryggja góðar loysnir á handfaring av ruski og loysnir innan orkuavbjóðingar.
Bakkafrost er ein av stovnandi fyritøkunum av átakinum “Burðardygt Vinnulív” sum hevur til endamáls at hjálpa føroyskum fyritøkum at røkka málunum innan burðardygd, og harumframt at slóða fyri, soleiðis at aðrar fyritøkur kunnu fáa íblástur til at fremja burðardygg átøk.

Sum størsti arbeiðsgevari í Føroyum eru vit varug við okkara ábyrgd, og vit eru eggjaði av okkara ávirkan á lokal samfeløg. Vit eru sera errin av okkara dugnaliga og fjølbroytta starvsfólkahóp, ið er samansettur av starvsfólkum við ymiskum førleikum og við ymiskum uppruna. Til tess at tryggja at øll starvsfólk eru partur av samfelagnum, bjóða vit starvsfólkum undirvísing í føroyskum, og harafturat miðja vit eftir at kunna um yvirskipað samfelagsviðurskifti gjøgnum introskeið.