Gjøgnumskygni

Visti tú?

Í teimum seinastu árunum hava vit javnan hildi opin tiltøk, har vit hava bjóðað almenninginum til ymisk tiltøk, har greitt hevur verið frá okkara virksemi.



Tá ein spælir ein so týðandi leiklut í smáu samfeløgunum, hevur ein eisini stóra ábyrgd. Vit ásanna, at vit hava stóra ávirkan á samfeløgini, sum vit virka í, og tískil ynskja vit eisini at hava fult gjøgnumskygni í okkara virksemi. Vit miðja ímóti at skapa eitt áhugavert og kveikjandi umhvørvi í okkara fyritøku, har vit virða hvønn annan, og vit kunnu hava sunn orðaskifti við tí endamáli at finna bestu loysnina.
Í teimum seinastu árunum hava vit javnan hildi opin tiltøk, har vit hava bjóðað almenninginum til ymisk tiltøk, har greitt hevur verið frá okkara virksemi.

Vit rokna almenningin at vera ein týdningarmiklan áhugapart, og vit arbeiða fyri framhaldandi at varðveita eitt gott og opið samskifti, so at vit tryggja fullkomna og atkomuliga vitan til tess at menna gjøgnumskygnið viðvíkjandi okkara virksemi enn meira.