Visti tú?
Bakkafrost luttekur í fleiri átøkum og feløgum til tess at fremja burðardygd í altjóða alivinnuni.
Les meira her.
Vit hava sett okkum fyri at útinna ábyrgdarfulla leiðslu í vinnumálum og burðardygd gjøgnum samstarv við myndugleikar, váttanarstovnar, lokalsamfeløg og viðkomandi vinnufelagsskapir. Á lokalum stigi luttaka vit í átøkum sum Føroya Fiskaalafelag, Salmon Scotland, Scotland Food & Drink og øðrum vinnugreinabólkum.
Bakkafrost hevur saman við øðrum nýliga tikið stig til verkætlanina “Burðardygt vinnulív”, har Regin Jacobsen, stjóri hjá Bakkafrost, er formaður. Verkætlanin miðjar ímóti at fremja burðardyggar vinnumannagongdir og stuðla upp undir ST menningarmálini fyri burðardygd, so sum veðurlagsátøk.