Kryddaður laksur við rís og dipp

Deiliga skjótur laksarættur, sum einans tekur 30 min. at gera.

Portiónir: 4

Tíð: 30 min.

Tilfar

  • 4 stk. laksaportiónir, tiðnaðar
  • 2 tsk. sitrónpipar
  • 1 tsk. allround kryddarí
  • 1 tsk. oregano
  • Soja og sitrónsevja.

Afturvið:

  • 4 dl. rís
  • 200 g. súrróma
  • 1 pk. dipp (dild ella hvíttleyksdipp hóska væl til)

Mannagongd

  1. Tendra ovnin á 175 stig
  2. Sker tað brúna feittið av laksinum
  3. Legg laksastykkini í eitt eldfast fat
  4. Krydda laksastykkini við soja og sitrónsevja, og krydda síðani við sitrónpipar, allround kryddarí og oregano
  5. Koyr fatið í ovnin og baka hann í 25 min
  6. Kóka rísini sum tað stendur á pakkanum
  7. Blandað dipp-blandingina í súrróman