Bread pie with smoked Bakkafrost Salmon

Breyðtertan er bæði leskilig og prýður ikki minni á eitt nú einum føðingardags nátturaborði.
Hendan tertan er gjørd úr polarbreyði, sum er ein sunnari loysn, men ynskir man eina skjótari loysn, ber tað eisini til at brúka sandwichbreyð, og skera tey til tann formin, man ynskir. Fyllan er bæði nemm og skjót at blandað saman, og man kann leggja breyðtertuna saman dagin fyri man skal brúka hana.
Ein avgerð sjálvandi sjálvur hvussu ein vil pynta breyðtertuna, men her er eitt boð.

Portiónir: 6

Tíð (ikki íroknað bakingin av breyðunum) : 1 tíma.

Tilfar

4 stk. Polarbreyð - ella 1 stk. Stórt sandwichbreyð.

Fylla:

  • 1 pk. Royktan laks
  • 200 g. Rómaost við kryddurtum
  • 150 g. Súrróma 36%
  • 1 lítlan reyðleyk
  • 4 tsk. Frískan, hakkaðan purleyk
  • 2 tsk. Sukur
  • 1/2 tsk. Salt
  • 1/2 tsk. Pipar

At smyrja á síðurnar á tertuna:

  • 150 g. Súrróma
  • 75 g. Naturell rómaost

Pynt:

  • 1-2 stk. Agurk
  • 1 skiva av royktum laksi
  • Kaviar
  • Fríska dild
  • Sitrón

Mannagongd

  1. Píska súrróman luftigan, og píska síðani rómaostin saman við súrrómanum.
  2. Hakka reyðleykin fínt (gjarna í einum minihakkara).
  3. Sker laksaskivarnar í smáar bitar, men minst tó til at goyma eina stóra skivu til at pynta tertuna við seinni.
  4. Hakka purleykin fínt. Koyr alt tilfarið í pískaða súrróman og rómaostin, og blanda væl saman.
  5. Legg eitt polarbreyð niðast, og smyr 1/3 av fylluni á, legg síðani eitt breyð avtrat omaná, og smyr 1/3 av fylluni omaná, síðani triðja breyðið og smyr restina av fylluni omaná. Legg síðani seinasta breyðið omaná tertuna.
  6. Um man ger tertuna dagin fyri, kann man nú dekka hana til við húsarhalds plasti, og stilla hana kalt til næsta dag.Síðurnar: Píska súrróman og rómaostin luftigan, og smyr kremið rundan um tertuna.

Pyntingin:

  1. Flys agurkina eftir longdini við einum eplaflysara, og legg tær líka á eitt køkspappír, so tær ikki eru ov vátar. Dekka fyrst síðunar við agurku strimlum. Síðani flættar man agurk-strimlar til eitt ”lok” á einum skeribretti, og flytir ”lokið” yvir á tertuna. Klipp kantarnar, sum stinga útum, av.
    Pynta síðani tertuna sum tú ynskir

Uppskrift uppá polarbreyð, 8 stk.

8 stk. Á 225 gr.

Tilfar:

  • 4,5 dl. Mjólk, lunkað
  • 2 dl. Vatn, lunkað
  • 25 g. Ger
  • 1 dl. Solsikkeolja
  • 150 g. Havragrýn - blendaði
  • 500 g. Fullkorns hveitimjøl
  • 350 g. Hveitimjøl
  • 1 tsk. Sukur
  • 1 tsk. Salt

Mannagongd:

  1. Blanda mjólkina saman við vatninum, og upploys gerina í tí.
  2. Koyr oljuna í vætuna.
  3. Koyr síðani alt tað turra í, gjarna í eina køksmaskinu, og elt til eitt javnt deiggj. Og lat tað síðani elta við miðal ferð í umleið 10 min.
  4. Lat ganga á flógvum stað í umleið 1 tíma.
  5. Tá tað hevur gingið deilir man deiggið í 8 líka stórar bollar, umleið 225 g. Stk. Og rulla út á bakipappíri til flatar “pannukøkur”, umleið 1/2 cm. Tjúkkar og umleið 20 cm. Í diametur.
  6. Baka mitt í ovninum á 225°C (yvir og undirhita) í umleið 9-10 min.
  7. Lat polarbreyðini kølna undir viskustykki.
  8. Breyðini kunnu frystast, men skulu tó vera tiðnaði tá man leggur breyðtertuna saman.